Herviligi Henry sigur farvæl

So hevur Bókadeildin givið seinastu bøkurnar um herviliga dreingin Henry út á føroyskum.

Tað eru tær báðar Herviligi Henry og kannibalbanningin og Herviligi Henry og flúgvarin.

Tilsamans eru tað 25 bøkur um Henry, og tær hava verið stak væl seldar. ja, onkur vil verða við, at børn, sum ikki hava havt so góðan hug at lesa, eru farin at lesa Herviliga Henry og hava harvið fingið hug at lesa meira.

Bókadeildin gav fyrstu bøkurnar út um Herviliga Henry í 2007. Tær hava livað sítt fríska lív líka síðan.

Í øllum bókum eru fýra søgur um Henry, har hann finnur upp á ymisk skálkabrøgd, sum gevur mammuni og pápanum grá hár í høvdið fyri ikki um at tala lærarum.

Børn hava eisini brúk fyri at hoyra um óskikkilig børn, og bøkurnar um Henry eru skrivaðar í skemtingarsamum tóna, sum als ikki purrar upp undir, at vit gera fortreð, men at vit duga at flenna at okkum sjálvum og síggja tað stuttliga í tilveruni.

Francesca Simon hevur skrivað, Tony Ross hevur myndprýtt og Bergur Rasmussen hevur týtt til føroyskt.



Aftur