Bókin um Dust

Hetta er onnur bókin í røðini um Dust. Fyrsta bókin La Belle Sauvage kom út í 2018.

Í aðru bók er Lyra vorðin ung kvinna, sum gongur á universitetinum í Oxford á øðrum ári.

Tann stóra sorgin í hesari bókini er, at Lyra og daimonur hennara ikki sita væl um sátt, og at daimonurin kann gera seg leysan av Lyru. Endin verður, at daimonurin fer av stað og letur Lyru verða einsamalla eftir.

Stóra broytingar fara fram rundan um Lyru. Eitt nógv strangari kirkjuveldi verður sett á stovn, og Lyra fer  út at leita eftir gátuni um Dust og verður førd til fjarskotin lond, har gátuførar hendingar fara fram.

Philip Pullman hevur skrivað. Vagnur Streymoy hevur týtt. Bókin er 664 bls. heft og við klaffum.



Aftur