Kemur út 19. mai

 

19. mai byrjar eitt nýtt umfar av hungursleikum

Hesa ferð fara vit aftur í tíð og hoyra søguna um Coriolanus Snow, sum er forseti í Panem, tá røðin um Katniss gongur fyri seg. Ríman um sangfuglar og slangur er fyrsta bókin í nýggjum tríverki um Coriolanus.

 

Fyrra røðin um hungursleikirnar gjørdist sera væl umtókt ímillum ungar lesarar í Føroyum. Og nú sleppa lesararnir aftur til Panem á føroyskum saman við restini av heiminum tann 19. mai.

 

Bergur Rasmussen hevur, eins og undanfarnu røðina, týtt hesa bókina til føroyskt.

 

Brellbiti um bókina:

Tað er morgunin, tá ið heystingin skal vera, sum skal seta tíggjundu hungursleikirnar í gongd. Í Capitol ger 18 ára gamli Coriolanus Snow seg til reiðar at verða vegleiðari í leikunum. Tann einaferð so mæta Snow-ættin hevur mist sína tignarstøðu, og lagna teirra hongur í einum klønum tráði, sum ger, at Coriolanus noyðist at seta alt upp á spæl fyri at vinna í hungursleikunum.

Útlitini eru sera vánalig. Hann hevur fingið ta eyðmýkjandi uppgávuna at verða vegleiðari hjá einum gentubøtara úr Sýslu 12, teirri vánaligastu sýsluni av øllum. Lagnur teirra eru nú fullkomiliga samantvinnaðar – øll val, sum Coriolanus tekur, kunnu leiða til heiður ella vanlagnu, sigur ella undirgang. Inni á valinum fer at vera ein bardagi um lív ella deyða. Uttan fyri valin byrjar Coriolanus at kenna seg drignan at sínum bøtara … og noyðist at umhugsa, um hann skal fylgja reglunum ella gera alt fyri at yvirliva uttan mun til avleiðingarnar.

 

Ung í Bókaklubbanum hjá Bókadeildini fáa bókina, og hon verður til sølu í bókhandlunum kring landið 19. mai.



Aftur