Álvur Ákason

Í hesari nýggju bókini um Álv kunnu foreldur geva sínum smáu børnum innlit í, hvør hesin Álvur er, sum býr saman við pápa sínum, og onga mammu hevur.

Vit sleppa at síggja, at Álvur er ikki einsamallur, hann hevur systkinabørn og eina fastur, og so hevur hann ein vin, sum eitur Virgar, og ein loyniligan vin og eina vinkonu, sum eitur Malla.

Álvur dugir so væl at smíða og finna uppá.

Bókin er úr papp og sniðskorin, Gunilla Bergstrøm hevur skrivað og teknað, Niels Jákup Thomsen hevur týtt. Hon er 14 bls.



Aftur