Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2020 latin á Bókadøgum
Mikudagin 18. november kl. 19 verður Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2020 latin á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum.
Henrik Old, formaður í Útrnorðurráðnum, fer at presentera rithøvundarnar, sum greiða frá sínum verkum á filmsupptøkum. Bergur Rasmussen, formaður í virðislønarnevndini, kunnger ársins vinnara.
"Loftar tú mær?" eftir Rakel Helmsdal er føroyska verkið, sum er í uppskoti til virðislønina.
Hinar bøkurnar, sum eru í uppskoti, eru:
Grønland: Orpilissat nunarsuarmi kusanarnersaat (Det smukkeste juletræ i verden) eftir Juaaka Lyberth
Ísland: Langelstur að eilífu (Forevigt den allerældste) eftir Bergrún Íris Sævarsdóttir
Her ber til at síggja rithøvundarnar greiða frá sínum verkum:
https://www.vestnordisk.is/nyheder/vestnordisk-raads-boerne-og-ungdomslitteraturpris-2020/
Aftur