Bókabýti millum Føroyar og Frísaland

Frísiska útgávufelagið, Afûk, og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava gjørt eitt bókabýti og givið eina bók út hjá hvørjum øðrum samstundis. "De Beam" er frísiska heitið á bókini hjá Bárði Oskarsson, “Træið”, og “Tije – drongurin og rottumaðurin” er bókin, sum Bókadeildin hevur givið út. Bókin er eftir høvundin Mirjam van Houten, og Frida Johannessen hevur týtt til føroyskt úr upprunamálinum.

Á samkomu herfyri fekk Arno Brok, kongsins umboðamaður í Frísalandi, handaða Tije á føroyskum og frísiska eintakið av Trænum hjá Bárði Oskarsson.

Frísaland hevur samband við fleiri lond gjøgnum NPLD (Network to Promote Linguistic Diversity). Tað var í hesum sambandi at Arno Brok, Kongsins umboðsmaður, var og vitjaði Føroyar og hitti Honnu Jensen, mentamálaráðharra, í mars 2019. Ørindini vóru at styrkja mentanarliga og búskaparliga sambandið millum Føroyar og Frísaland. Tað var á hesum fundinum við Honnu Jensen, at hugskotið um bókabýtið kom fram.

 

Í apríl 2019 hittust útgevararnir, Ernst Bruinsma, úr Afûk og Niels Jákup Thomsen úr Bókadeildini fyri fyrstu ferð á bókamessuni í Bologna. Ernst Bruinsma fekk høvi at hitta Bárð Oskarsson, sum var saman við Bókadeildini á bókamessuni, og prátið um samstarvið helt fram á bókamessuni í Frankfurt sama ár um heystið, har semja var um at geva eina bók út hjá hvørjum øðrum. Afûk valdi bókina “Træið” hjá Bárði Oskarsson og Bókadeildin valdi “Tije”.

 

Ernst Bruinsma: "Eg kendi meg væl ímillum hesi fólkini á Bókadeildini. Forlagið hevur nógv til felags við Afûk. Útgávuvirksemið snýr seg fyrst og fremst um barna- og ungdómsbøkur. Eitt slíkt gott samband okkara millum er avgjørt neyðugt fyri at kunna gera avtalur í altjóða bókmentaheiminum. Og tað vísir, at vit úr Frísalandi mugu halda fram á henda hátt fyri at gera frísiskar bókmentir kendar uttan fyri okkara landamørk.”

 

Myndabókin "Træið" eftir rithøvundin og myndprýðaran Bárð Oskarsson (Tórshavn, 1972) er um tveir vinir, Bob og Hilbert. Bob, kaninin, vil hava at vita, hvat er aftan fyri træið. Vinurin Hilbert veit tað, tí hann hevur sæð alla verðina, sigur hann. Men skal Bob trúgva tí? Oskarsson vann Norðurlendska barna- og ungdómsbókmentaprísin í 2018, og bókin er komin út í Danmark, Noregi, Svøríki, Slovenia, Bretlandi, Korea, Makedonia og nú eisini Frísalandi.

 

"Tije" eftir høvundin og myndprýðaran Mirjam van Houten (Beetsterzwaag, 1977) er ein tekstbók til børn um lítla drongin Tije, sum skal flyta av bygd inn í ein bý. Hann hugsar nógv um, hvørt hann fer at fáa nakrar vinir har, men Tije fær nokkso skjótt ein vin, sum er heilt serligur, men ikki er til at vita, um foreldrunum fara at dáma tað. "Tije" var fyrsta bók hjá Mirjam van Houtan og kom út í 2016.

Bókin var í uppskoti til Simke Kloosterman Priis for Frisian children's and youth literatuer og fekk eitt pláss á heiðurslistanum hjá IBBY (International Board on Books for Young People) í 2018.

Tey, sum kenna søguna, vita, at samband hevur verið millum frísar og føroyingar áður. Hetta sambandið við bókabýti er av øðrvísi slagi enn sambandið millum frísar og suðringar á sinni, og tað gleðast vit sjálvsagt um, sigur Niels Jákup Thomsen á Bókadeildini.



Aftur