Bókaárið 2020

Virksemið hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2020 var eins og hjá mongum øðrum ávirkað av koronafarsóttini. Kortini var hetta bókaárið ríkt og forvitnisligt við nýggjum upprunaføroyskum bókum, týðingum og (koronavinarligum) bókatiltøkum fyri lesarum í øllum aldrum. Vit á Bókadeildini vilja við hesum takka rithøvundum, týðarum, lesarum, limum og øllum samstarvsfeløgnum fyri eitt væleydnað ár hóast øðrvísi umstøður.

Í 2020 vóru útgávurnar hjá Bókadeildini 86 í tali. Av hesum vóru sjey upprunaføroyskar bøkur. Annars vóru tað átta smábarnabøkur, fimtan myndabøkur (summar høvdu nógvan tekst, summar høvdu ikki nógvan tekst), trettan tekstbøkur til størri og smærri børn, sjey ungdómsbøkur og ein jólabók. Bókadeildin gav saman við Námi út 24 krabbabøkur og átta bøkur í krossfiskarøðini. Harumframt vóru fimm bløð av teimum báðum barnabløðunum STROK og Píka7 útgivin. Korona tarnaði útgávuni av barnabløðunum, og sostatt vóru bløð nummar tvey og trý løgd saman hjá bæði STROK og Píka7, og hetta samanlagda STROK-blaðið var harumframt talgilt. Afturat hesum vóru tríggjar bøkur hjá Bókadeildini uppafturprentaðar og givnar út av nýggjum. Hesar vóru Ferðin hjá Mosalisu eftir Janus á Húsagarði, Ótrúliga søgan um ta risastóru peruna eftir Jakob Martin Strid og kenda sangbókin Sangbók til skúlabrúks, eisini nevnd Starabókin, sum á fyrsta sinni kom út í 1965.

 

Upprunaføroyskar bøkur

Drongurin, sum rópti so illa

Í farna ári gav Hjalmar Didriksen Apol út eina heldur øðrvísi barnabók, sum bert hevur myndir og ongan tekst. Bókin snýr seg um ein drong, sum rópar illa. Høvdið á honum fer knappliga at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Fyri at koma heim aftur noyðist drongurin at samskifta á ein annan hátt enn at rópa.

 

Hilbert

Framhald av bókini Træið hjá Bárði Oskarsson kom út í 2020. Henda framhaldsbók kallast Hilbert. Hilbert snýr seg eins og Træið um kaninina Bob og hundin Hilbert. Hesa ferð hevur Hilbert ein rættiliga løgnan trupulleika, sum Bob má hjálpa honum við. Hilbert situr fastur í luftini.

 

Surrandi og krúpandi smákykt

Ein upprunaføroysk krabbabók varð eisini útgivin í 2020. Hetta er ein faktabók til alla familjuna, og hon snýr seg um, hvussu smákykt liva í Føroyum. Í hesi bók stendur millum annað, at tað bara er honmýggjabitin, sum sýgur blóð, og at grátt undir steini hevur táknur.

 

Sum rótskot

Tíggju ár eftir, at Marjun Syderbø Kjelnæs gav út ungdómsskaldsøguna Skriva í sandin, gav hon í 2020 út nýggja ungdómsbók við heitinum Sum rótskot. Bókin snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Á henda hátt skrivar hendan bókin seg beint inn í samtíðina.  

 

Kjarr

Rakel Helmsdal gav eisini eina ungdómsskaldsøgu út í farna ári, og tað gjørdist sostatt eitt framúr bókaár hjá føroyskum ungdómsbókmentum. Bókin hjá Rakel kallast Kjarr, og hon snýr seg um Lauru, sum finnur eina beinagrind. Beinagrindin sendir Lauru út á eina langa ferð. Hetta er ein listaliga fjølbroytt skaldsøga við ymsum tekstsløgum og myndum. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina.

 

Luddi og Lundisa og ein risapisa

Í 2020 kom triðja bókin um Ludda og Lundisu út. Vár Berghamar Jacobsen skrivaði, og Delia Ciccarelli, sum er úr Italia, myndprýddi. Í hesi bókini hoyra lundapisurnar eitt hurr, hurr, hurr í luftini og síggja ein stóran, løgnan fugl. Luddi og Lundisa og ein risapisa kom út á Bókadøgum, og í tí sambandi framførdi rithøvundurin saman við leikbólkinum Veia ein Ludda og Lundisu-leik fyri barnafamiljum og barnagørðum.

 

Mín jólabók 2020

Søgurnar í Míni jólabók 2020 áttu Turid Thomsen, Ingun Christensen, Rakel Helmsdal, Elsa Birgitta P. Petersen, Nanný J. Toftegaard, Jens Pauli Heinesen, Elsubeth M. Fossádal, Ingun Danielsen, Tórunn Katrina Henriksen, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Silja Aldudóttir, Halldóra Dam, Beinta Johannesen og Tóra við Keldu. Tekningarnar í Míni jólabók 2020 áttu Allan K. Davidsen, Lena Nicolajsen, Herdis S. Tyler, Edward Fuglø, Rakel Helmsdal, Marjun Reginsdóttir, Solveig Hansen, Erla av Vollanum, Mia Smith, Silja Eystberg og Lisa Allard.

Turið Kjølbro og Beinta Johannesen løgdu bókina til rættis.

 

Árið í stuttum

Frísiskt samstarv

Í 2020 gjørdi frísiska útgávufelagið Afûk og Bókadeild Føroya Lærarafelags eitt bókabýti og góvu eina bók út hjá hvørjum øðrum samstundis. De Beam er niðurlendska heitið á bókini hjá Bárði Oskarsson, Træið, og Tije – drongurin og rottumaðurin er bókin, sum Bókadeildin gav út. Bókin er eftir høvundin Mirjam van Houten, og Frida Johannessen hevur týtt til føroyskt úr upprunamálinum.

 

Íslendsk týðing um heimsins fyrsta kvinnuforseta

Í 2020 fylti Vigdís Finnbogadóttir 90 ár, og Bókadeildin hátíðarhelt hesa megnarkvinnu við at geva út bókina Vigdís – Bókin um fyrsta kvinnuforsetan. Sanna Andrassdóttir Dahl hevur týtt bókina eftir íslendska høvundin og myndprýðaran Rán Flygenring. Bókin snýr seg um ein komandi rithøvund, ið bankar á dyrnar hjá frú Vigdís Finnbogadóttur og bjóðar sær sjálvari til ein drekkamunn, tí hon ætlar at skriva eina bók um fyrstu kvinnuna í heiminum, sum varð vald til forseta.

 

Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Útnorðurráðsins

Bókin Loftar tú mær? hjá Rakel Helmsdal var í uppskoti til tær báðar virðislønirnar Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2020 og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2020. Rakel Helmsdal hevur bæði skrivað søguna og evnað myndir til hesa øðrvísi bók, sum á inniligan hátt viðger trupul evni: deyða og sorg. Vit á Bókadeildini ynskja Rakel hjartaliga til lukku við tvífaldað heiðrinum!

 

Føroyar lesa

Í 2020 fór átakið Føroyar lesa av bakkastokki. Føroyar lesa er eitt átak, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum. Endamálið við átakinum er at fremja góðan hugburð til lesing og eina góða lesimentan. Átakið fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. Ætlanin er at skipa fyri ymiskum tiltøkum, har fólk savnast um tað at lesa, og at átakið heldur fram í trý til fimm ár. Í átakinum eru nógvir samstarvspartar: almennir stovnar, skúlaverkið, bókasøvn, kommunur, forløg, feløg og fakfeløg. Kringvarp Føroya er størsti samstarvsparturin, og átakið fer at mynda sendiskránna hjá stovninum tey komandi árini.

 

Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens

Tað hendi ein góðan heystardag í 2020, at tær báðar báðar Rakel Helmsdal og Marjun Syderbø Kjelnæs fingu Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs: Marjun fyri Sum rótskot og Rakel fyri Loftar tú mær? Vit á Bókadeildini gleðast um, at vit hava so dugnaligar og ágrýtnar rithøvundar í okkara útgávufelagi. Hjartaliga til lukku tit báðar!

 

Norðurlendsk bókmentavika

Í viku 46 – frá 9. til 16. novembur –  í 2020 var norðurlendska bókmentavikan. Norðurlendska bókmentavikan er eitt tiltak fyri skúlar, dagstovnar, bókasøvn og aðrar mentanarstovnar, og hon hevur til endamáls at varpa ljós á upplestur, lesigleði og norðurlendskar bókmentir. Evnið fyri vikuna í 2020 var Norðurlond í heiminum.  Norðurlendska bókmentavikan heitti á okkum øll at grunda yvir, hvat tað vil siga at vera heimsborgari og at finna sítt pláss í heiminum. Tær valdu barna- og ungdómsbøkurnar til bókmentavikuna 2020 vóru báðar týddar til føroyskt frammanundan, og sostatt kundu føroysk børn og ung eisini luttaka í hesi felags uppliving kring Norðurlond. Bøkurnar eru komnar út á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og tann eina bókin var Øll telja við eftir Kristin Roskifte, sum Ria Tórgarð hevur týtt, og hin var Drápsmansapan eftir Jakob Wegelius, sum Ása H. Ellefsen hevur týtt.

 

Bókadagar

Bókadagar vóru hildnir í 2020 hóast koronafarsóttina. Tiltakið var aftur hesa ferð í Norðurlandahúsinum, men í staðin fyri at hava tiltakið eitt vikuskifti, vóru Bókadagarnir í eina heila viku. Harumframt var neyðugt við tilmelding til øll tiltøk, eisini til tey, sum vóru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss var til øll, men eisini til smittuslóð. Bókadagarnir fevndu hóast alt um bæði  yrkingaupplestrar, barnasjónleik, bókasølu, rithøvundasamrøður og mangt annað. Á henda hátt bar til at halda leiðreglurnar um frástøðu og samstundis koma tætt at tí góðu søguni og fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum.

 

Bank Nordik leingir samstarvið við Bókadeildina

BankNordik og Smyril Line valdu í 2016 at stuðla Bókaklubbanum og rinda fyri flutningin av barna- og ungdómsbókum til limir í Danmark. Síðani sáttmálin kom í lag, er talið av limum í Bókaklubbanum í Danmark hækkað støðugt. Í 2020 skrivaðu BankNordik og Bókadeild Føroya Lærarafelags undir eina nýggja samstarvsavtalu, og vit á Bókadeildini frøast um, at føroyskar barnafamiljur í Danmark framhaldandi sleppa undan at gjalda fyri flutningin av føroyskum bókaklubbabókum.

 

Bókagáva

Í desemburmánaði í 2020 valdi BankNordik eisini at stuðla átakinum Føroyar lesa, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags er partur av. BankNordik gjørdi av at lata øllum skúlabørnum í landinum eina bókagávu til jóla við tí endamáli at fáa børn og ung í Føroyum at lesa meira. Bøkurnar fóru út á allar skúlar kring landið, har allir næmingar úr forskúla til 10. flokk fingu eina bók, sum hóskaði til aldursbólkin. Bókadeildin takkar saman við Føroyar lesa BankNordik fyri stuðulin!

 

Týðarar

Týddu bøkurnar úr farna árinum vórðu týddar úr svenskum, norskum, donskum, enskum, fronskum, niðurlendskum og íslendskum.

Hesi týddu bøkur fyri Bókadeildina í 2020: Vagnur Streymoy, Tórarinn Niclasen á Rípuni, Turið Sigurðardóttir, Ria Tórgarð,  Alda Joensen, Niels Jákup Thomsen, Bergur Rasmussen, Ása H. Ellefsen, Marna Jacobsen, Sjúrður Gullbein, Elsa Birgitta P. Petersen, Pauli Hansen, Laura Joensen, Turið Kjølbro,  Frida Johannesen, Guðrið Rubeksen, Silja Aldudóttir, Sigrið Jógvansdóttir Hansen og Sanna Andrassdóttir Dahl.



Aftur