Til minnis um Gunnar Hoydal

 

Gunnar Hoydal, fjøltáttaður listamaður, hevur latið eygni aftur fyri síðstu ferð.

Sum so mangir aðrir stovnar hevur eisini Bókadeildin notið væl av hansara hegnisligu hond.

Á Bókadeildini royndist hann góður týðari. Hann týddi tríggjar tær fyrstu bøkurnar um Harry Potter. Vit eru fegin um, at hann vildi fara undir hetta og harvið leggja støði undir gandaheimin hjá Harry Potter við øllum sínum ævintýrligu gandaorðum og -fyribrigdum.

Tú baðst ikki Gunnar Hoydal týða bara okkurt, men var ein klassikari á skránni, so var farið til hansara at biðja hann flyta yvir í føroyskt.

Tríggjar bøkur um Palla Pumm týddi hann eisini, Søguna hjá Eriku, sum er myndabók um týningarlegu undir 2. veraldarbardaga, og seinast skaldsøguna Huckleberry Finn, sum Gunnar og konan Jette sjálvi bjóðaðu sær til at týða fyri okkum.

Men mest lýsandi avrikið man vera skaldsøgan Dalurin fagri, sum Bókadeildin gav út í 1999, og sum varð týdd til danskt í 2008. Skaldsøgan er um drongin Páll, ið veksur upp millum tey sjúku á tuberklastøðini í Hoydølum. Søgan byrjar um várið, tá ið gentan Sigrið kemur í dalin, og endar summarið eftir, tá ið hon verður førd úr aftur dalinum.

Nú hevur Gunnar latið eyguni aftur og verður førdur úr sínum dali, og vit her á Bókadeildini minnast listafólkið Gunnar Hoydal við størstu virðing.

 

Hjartað er døgg. Tað rúmast ikki longur í honum og sveimar uppfrá. Hann fylgir tí við eygunum, og nú sær hann Sigrið. Hon toyggir seg út eftir hjartanum, og nú fær hon í tað og tekur tað varliga til sín. (Dalurin fagri)

 



Aftur