Nýggja bókin hjá J. K. Rowling verður eisini givin út á føroyskum

 

J. K. Rowling, sum gjørdist heimskend við søguni um Harry Potter, gevur út nýggja barnabók í heyst. Bókin kemur út samstundis á nógvum málum – sjálvandi eisini á føroyskum.

 

I nýggju bókini fara vit at lesa um Jack, sum leitar eftir yndisleiku síni, einum spæligrísi, ið hvørvur jólaaftan. Bókin er til børn, sum eru umleið átta ár og eldri, og hetta er fyrsta pappírsbókin til børn, sum J. K. Rowling gevur út, síðan hon skrivaði bøkurnar um Harry Potter. 

Stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen, sigur soleiðis um komandi útgávuna: ”Vit á Bókadeildini gleðast um at vera partur av hesi spennandi útgávuætlan. Eins og Harry Potter-bøkurnar megnar bókin at viðgera veruleikan á gandakendan hátt og talar soleiðis beint til børn í øllum aldri”.



Aftur