Træhúsið í 104 hæddum

Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 104 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Í træhúsinum er mangt og hvat. Nú kanst tú blaka við køliskápum, gera pengar við pengamaskinuni (sum eisini ger hunang), ganga í teimum óendaligu trappunum, spæla bolla-kríggj, fara í rop-bankan, fløkjast inn í eina stóra fløkju ella vitja stóra skansan, sum er styrktur við eyka sterkum skansa-styrkjara. Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!

Andy Griffiths skrivaði, Terry Denton myndprýddi, og Vagnur Streymoy týddi úr enskum.

Bókin er heft og 352 bls.



Aftur