STYRKI - Karanabreytin, loggbók 1

Rúmdarskipið hjá Sagu er sorlað sundur og farið púrasta av kós, og nú skrivar hon sínar frásøgur, áðrenn hon noyðist at fara í ævigan dvala. Hvør er hon, og hvaðani er hon? Hvat var tað, sum hendi, tá tey fremmandu av Kamenia hertóku hennara gongustjørnu? Hon mátti taka á seg at fara ímóti máttmikla fúrstanum og synum hansara. Sjálvt um hon onga Styrki hevði.

STYRKI er fyrsta bókin í science-fiction røðini hjá Ceciliu Eken og er um styrki og veikleika, tað góða og tað ónda í menniskjum, stríð um vald, svikaráð og kærleika. 

Laura Mary Lydersen týddi úr donskum.

Bókin er innbundin og 243 bls.



Aftur