Føroyska rossið

Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? At føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum? Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið finst bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.

Beinta Johannesen hevur skrivað hesa upprunaføroysku rossabók, og Cécile Zahorka hevur tikið myndirnar. Bókin er innbundin, 66 bls. og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.



Aftur