Harry Potter - Eitt gandakent ár

Myndprýðingarnar hjá Jim Kay av søgunum um Harry Potter eftir J.K. Rowling hava rúnabundið eitt heilt ættarlið. Í hesari glæsiligu útgávuni vera nógvar av hansara gandakendu myndum úr myndprýddu útgávunum, nýggjar tekningar og ikki fyrr sæddar skitsur settar saman við 366 ógloymandi sitatum frá bókarøðini.

Tú sært árstíðirnar broytast, minnist føðingardagar og aðrar hátíðir og finnur saman við tínum yndispersónum, meðan tað makaleysa listarliga hugflogið hjá John Kay manar fram eitt gandakent ár í Hogwarts í málningum, blýantstekningum og teldutøkniligum myndum.

Njót eitt sindur av Harry Potter gandi hvønn dag í árinum.

J.K. Rowling skrivaði, og Jim Kay myndprýddi. Ávikavist Gunnar Hoydal, Malan Háberg og Bergur Rasmussen hava týtt úr enskum. Bókin er innbundin og 240 bls. 



Aftur