Emil í Lønnibergi, 1. partur

Í Lønnibergi búði ein lítil smádrongur, sum æt Emil. Hann var ein ordiligur kúllur. Hann var ikki so fittur sum tú, minni enn so, men fittur var hann kortini, tá ið hann ikki græt. Hann hevði stór, blá eygu, runt andlit og gult, purlut hár. Ja, hann líktist einum eingli, men hann var eingin eingil. „Altíð finnur hann upp á okkurt skálkabragd, hasin drongurin,» segði Lina, sum eisini búði í Kattholti í Lønnibergi júst sum Emil. «Og um hann eingi skálkabrøgd ger, so hendir altíð so nógv kortini, har hann er. Aldri havi eg sæð ein sovorðnan drong.“

 

Hetta er triðja broytta útgávan í litum. 

 

Astrid Lindgren skrivaði, Bjørn Berg myndprýddi, og Heini F. Petersen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin og 102 bls.



Aftur