Fjallaklintrarin - Søgnin um eygnasteinin 3

"At klintra í trøum er ikki tað sama sum at klintra í fjøllum, sigi eg. At klintra í fjøllum er ... Eg tigi. Hvussu skal eg kunna greiða Lýdiu og Syrsu frá? Trø vilja, at tú skalt klintra í teimum, men fjøll stoyta teg frá sær. Tú kanst ongantíð gerast vinur við eitt fjall, tú mást vinna á tí."

Norðari havnarbýurin er sundursoraður, og Iberis hevur latið ræðslu og armóð eftir sær. Í vónini um at finna eygnasteinin og taka valdið frá Iberis fara Miranda, Syrsa og Lýdia upp í fjøllini í Eysturlandinum. Kuldin og óblíðskapurin hjá fjallafólkinum steðgar teimum ikki, og tær fara til endans heilt inn í myrkrið í fjallinum. Har fáa teirra gerðir avleiðingar, ið tær ikki høvdu kunnað ímyndað sær. Les eisini fyrru bøkurnar í røðini: Perlufiskarin og Fuglatemjarin.

 

Karin Erlandsson skrivaði, og Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin og 252 bls.



Aftur