STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

Pedda við Stein gøta 9

FO 100 Tórshavn

tel 317644/fax 319644

bfl@bfl.fo

 

 

 

Bókadeildin er skipað við bókmentanevnd, leiðara og starvsfólki.

fimm fólk starvast á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Bókadeildin gevur fyrst og fremst barna- og ungdómsbøkur út, umframt barnablaðið Strok, Skúlablaðið og einstakar vaksnamannabøkur og skúlabøkur.

 

Bókadeildin verður sett á stovn

Føroya Lærarafelag valdi nevnd á ársaðalfundi 30. juli 1956 at standa fyri skipaðari bókaútgávu.

Felagið søkti Føroya Løgting um árligan studning. Hesin studningur varð játtaður, og Bókadeild Føroya Lærarafelags (BFL) fór til verka.

Fyrsta árið gav Bókadeildin út bøkurnar Nanokkur eftir Emil Drastrup og Mín jólabók.

  

Barnablaðið

Bókadeildin fór undir at geva Barnablaðið út í 1959. Blaðið var 8 síður og kom út eina ferð um mánaðin. Í fyrstu blaðstjórnini vóru Jákup Bærentsen, Jens Pauli Heinesen, Jákup M. Kjeld og Svenning Tausen.

Í dag er Beinta Johannessen blaðstjóri á Strok, og aftrat sær hevur hon Turið Kjølbro, Berg Dalsgaard og Eyðnu Magnussen.

 

Leiðari settur

Í 1985 varð ásannað, at um meiri ferð skuldi koma á útgávuvirksemið, mátti forlagið seta fólk í starv, sum burturav fekst við bókaútgávu.
Ingrið Sondum varð sett sum leiðari.

Í 1997 varð Niels Jákup Thomsen settur sum leiðari á Bókadeildini.

 

Bókaklubbin

Í 1986 var barnabókaklubbi settur á stovn. Endamálið var at geva fólki høvi at ogna sær bíligar bøkur og eisini at økja um søluna av bókum, av tí at tað fáa staðni í landinum vóru og enn eru bókhandlar.

Fyrsta bókin, sum Barnabókaklubbin gav út, var Einhyrningurin og havið eftir Fiona Moodie.

Í 1991 var bókaklubbin Ung settur á stovn, og fyrsta bókin var Skuggar eftir Lydiu Didriksen.

Í dag er klubbin býttur upp í fimm bólkar frá 0 ár og til ungdóm.