STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Fleiri nýggjar bøkur

Nú kvøldini gerast myrk og long, eru fleiri nýggjar bøkur til børn og ung komnar út.

Talan er hesaferð um bøkurnar: Hvar er Flekk, Meinski minkur, Herviligi Henry vitjar drotningina og Herviligi Henry og trølladaddan og Salmiak og Hedda.
 

Hvar er Flekk (0-2 ár)er uppruna klaffabókin um fitta gula hundin Flekk. Børnini sleppa at leita eftir tí spælna hundahvølpinum aftan fyri klaffarnar á øllum síðunum. Hvar man Flekk krógva seg?
Eric Hill hevur skrivað bókina, og Jákup í Skemmuni hevur týtt til føroyskt. Bókin er úr pappi, og er 24 blaðsíður. Hon kostar 98 kr.

 

Meinski Minkur (3-6 ár)er ein øðrvísi myndabók. Hon minnir um eina teknirøð í útsjónd og bygnaði. Minkur er meinskur, ein lúsaskarvur og ógvuliga, ógvuliga ríkur. Ein dagin skal hann halda eina stóra veitslu fyri at gera seg upp fyri øllum. Hann bjóðar øllum í veitslu, men skilir ikki, hví ongir gestir koma....Man tað vera tí, at Minkur er ein vána vinur? Les bókina og fá greiðu á hesum!
Hannah Shaw hevur skrivað og myndprýtt. Anna Maria Reinert Jensen týddi til føroyskt. Bókin er 30 blaðsíður og innbundin. Hon kostar 120 krónur.

 

So er hann aftur á skránni Herviligi Henry, barnið, sum øll elska at hata. Hesaferð koma sum vant tvær bøkur út um Henry. Talan er um bøkurnar: Herviligi Henry hittir drotningina og Herviligi Henry og trølladaddan. Bøkurnar um Henry eru býttar í 4 partar, og hvør partur er ein sjálvstøðug søga. Í fyrru bókini hittir hann m.a. drotningina, og vit kunnu bara gáa um, hvussu tað fer at ganga.
Í hinari bókini kemur ein dadda at ansa honum og Fríðriki. Lesið um, hvussu Henry skikkar sær og roynir at ræða dadduna.
Tað er Francesca Simon, sum hevur skrivað bøkurnar. Tony Ross myndprýddi, og Bergur Rasmussen hevur týtt. Bøkurnar kosta 95 krónur fyri hvørja.

 

Salmiak og Hedda er ein fitt bók um drongin Salmiak. Salmiak er fluttur til Stokkhólm, og í Stokkhólmi hevur hann hvørki Norðnes ommuna, Spøka ella Clint-Clint-Henrik. Heimlongsulin er sum eitt svart hol, heldur Salmiak. Líka til Hedda kemur. Hedda, sum er djørv og elskar Salmiak. Hedda, sum hoyrir illa, men sær so mikið nógv betur.
Og tá ið Spøki kemur aftur, verður lívið fult av nýggjum skemti og kúllagerðum. Tað einasta, sum ikki er gott, er, at Clint-Clint-Henrik enn er í Norðnesi. Okkurt má gerast fyri at bjarga honum, tað vita bæði Salmiak Hedda og Spøki. Tí tey vita, at tú mást aldri svíkja ein vin. Høvundurin hevur nógv upp á hjartað. Her verða álvarsom evni viðgjørd eitt nú foreldur ið drekka, happing, børn, ið ikki trívast og heimlongsul. Men hóast evnini eru álvarsom, er bókin ikki syrgilig, tvørturímóti er hon á tremur við skemti, varma og klikkaðum hugskotum. Tað er ikki sjáldan, at mann situr í skellilátri.
Salmiak og Hedda er onnur bókin í røðini, men bøkurnar kunnu væl lesast sjálvstøðugt.
Moni Nilsson hevur skrivað bókina. Hon er eisini høvundurin handan vælumtóktu bøkurnar um Tsasiki. Bergur Rasmussen týddi.
Bókin er 200 blaðsíður og kostar 140 kr.