![]() |
Bøkur til morgunmatar
Eitt írskt forlag, sum gevur bøkur út til børn og ung, hevur gjørt avtalu við bókahandlar og Kellogs fyritøkuna um at leggja ein seðil inn í pakkarnar, so at børn kunnu fara í bókahandilin at ogna sær eina bók at lesa.
Tiltakið verður sjálvandi gjørt fyri at vinna pengar, men samstundis er tað eisini ein liður í at fáa fleiri børn at lesa.
Børnini hava seks ymsar bøkur at velja ímillum, og longu nú kunnu foreldur í Írlandi fara til handils og keypa Rice Krispies og álíkavæl gera eina góða gerð fyri børnini.







