![]() |
Heidi og fjallaabbin
Foreldrini hjá Heidi eru deyð, og hon noyðist at búgva hjá gronuta abbanum uppi í fjøllunum. Og sum um tað ikki er nóg mikið, so noyðist hon at flyta aftur frá abbanum, júst tá hon er fallin til. Hon fer at búgva hjá Klaru, ið situr í koyristóli. Hóast Klara og Heidi gerast vinkonur, vil Heidi sleppa aftur til abban, serliga tí ein ónd barnagenta ansar teimum, tá pápi Klaru er burturstaddur.
Heidi kom á fyrsta sinni út á føroyskum í 1988. Tá kom hon sum tekstbók, men nú kemur hon út í myndabókaútgávu ætlað teimum 2-6 ára gomlu. Myndirnar í bókini eru við til at skapa huglagið, og tað er heilt vist, at tann rætti fjallaandin merkist í bókini.
Johanna Spyri hevur skrivað. Maja Dusiková hevur myndprýtt, og tað er Karl N. Hansen, ið hevur týtt. Bókin er innbundin og 26 bls.







