STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Føroyskar myndabøkur sum frímerki

Herfyri gav Posta út tvey nýggja Europa-frímerki. Annað hevði virði av 10 krónum og hitt av 12 krónum.

Myndirnar eru úr bókunum hjá Bárði Oskarsson: Ein hundur, ein ketta og ein mús og úr bókini Ferðin hjá Mosamollis eftir Janus á Húsagarði.
Á henda hátt kastar Posta ljós á føroyskar barnabøkur bæði í Føroyum og uttanlanda.
Á heimasíðuni hjá Posta um frímerki hevur Marianna Debes Dahl eina stutta viðmerking um føroyskar barnabøkur og myndabøkurnar hjá Bárði og Janusi.
Teir báðir Bárður og Janus hava sín egna stíl. Bárður tann skemtingarsami, men kortini eitt sindur speirekandi og gevur eisini lesaranum okkurt alment menniskaligt at hugsa um. Janus hevur í hesum tekningunum víst framúr evni at lýsa náttúru, umframt at søgurnar eru so sera væl egnaðar til bæði børn og vaskin: tær eru fittar og leggja dent á at varnast teir smáu, men týdningarmiklu lutirnar í náttúruni og tilveruni annars.
Tey, ið hava hug at síggja frímerkini og lesa um tey kunnu gera tað her.