STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Vikarurin

Upprunaføroysk spenningssøga er fyrsta í røðini um Barbaru, Berg og tey í 5. B

Flokkurin fær ein danskan vikar, sum hevur verið hermaður í Mjørkadali. Men okkurt undarligt er við honum. Hví roynir hann at fjala okkurt, og hví møta tey honum á løgnum støðum? Er hann ein njósnari ella okkurt nógv verri?
Hetta er ein øðrvísi upprunaføroysk bók, ið viðger evnið Geocaching.

Fyribrigdið Geocaching er vorðið alt meiri kent seinastu tíðina og kann í stuttum lýsast sum eitt familjuspæl fyri stór og smá. Endamálið er at nýta GPS’aran á fartelefonini og taka upplýsingar niður um fjaldar skattir. Fleiri skattir eru goymdir í Føroyum. Tann, ið finnur skattin, sleppur ikki at eiga hann, men tekur hann okkurt úr skattinum, skal hann leggja okkurt annað ístaðin.
Helle T. Johansen hevur skrivað og hetta er fyrsta bók hennara. Allan Korsager Davidsen hevur gjørt permumyndina. Bókin er 68 bls. og heft.