STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Veturin hjá Undu

Nýggj bók úr Mosakulluni

Seinasta ár gav Rakel Helmsdal út fyrstu bókina í einari røð við heitinum Úr Mosakulluni. Bókin varð væl fagnað og er nú í uppskoti til Barna- og ungdómsbókavirðisløn Útnorðurráðsins.

Fyrsta bókin fór fram um várið og onnur, ið nú er komin í handlarnar fer fram um veturin.

Tá ið sniffilin Nói varnast at Unda ikki er farin við hinum suðureftir fyri at sleppa undan kuldanum, fer hann beinanvegin at royna at bjarga Undu, tí hann er als ikki samdur við hinum í, at Unda bara skal leggja seg at doyggja.Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men hann fer hóast tað á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin fyri at finn eitt stað, har Unda kann vera veturin yvir.