Skriva í sandin
Bókadeildin gav í gjár út nýggja ungdómsbók, ið Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað.
Tað eru fimtan ár síðani, at tað seinast kom upprunaføroysk ungdómsbók út frá Bókadeildini, tvs. bók, ið lýsir gerandisdagin hjá ungdómi.
Higartil hava Sonja Schneider, Lydia Didriksen, Birgit Arge, Sólrún Michelsen og Heine Hestoy skrivað ungdómsbøkur, men av tí at tað er so langt síðan og viðurskifti hjá ungum broytt í allar mátar, hava vit eftirlýst, at rithøvundar fóru undir at skriva fyri ung, tí vit meta tað hava týdning eisini at skriva søgur, sum fara fram í Føroyum, og sum ung kenna seg aftur í.
Tí eru vit sera fegin um nýggju bókina og kunnu viðmæla hana til bæði ung og vaksin.
Skriva í sandin fer fram eitt vikuskifti í Havn, og søgan verður søgd úr sjónarmiðnum hjá tíggju ungdómum.
Ummælarar hava lagt dent á, at bókin er aktuell og er skrivað á ungdómsmáli, so hon er leikandi løtt at lesa.
Vit kunnu leggja aftrat, at hon harumframt er væl skrivað. Hetta er bókmentalig dygd, og høvundurin er ikki bangin fyri at taka tabuevni upp og dugir sera væl at lýsa viðurskifti, sum ungfólk stríðast við og hugsa nógv um hesa truplu tíð, tá ið alt broytist bæði í sinn og skinn.






