STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Norðurlendsk bókasavnsvika

Álvur Ákason verður lisin í bókasavnsvikuni

Afturvendandi tiltakið hjá norðurlendskum bókasøvnum verður hesa vikuna frá 9. til 11. novembur.

Evnið er Kríggj og friður í Norðurlondum.

Fyri børnum verður upplestur burtur úr bókum hjá Astrid Lindgren og Gunillu Bergstrøm.

Fyri teimum eitt sindur størri børnum verður lisið burtur úr søguni um Brøðurnar Leyvuhjarta eftir Astrid Lindgren, og fyri teimum smærru verður myndabókin Álvur og hermannapápin lisin. hon er eftir Gunillu Bergstrøm.

Gunilla Bergstrøm hevur skrivað fleiri søgur um Álv Ákason, og í hesari fær hann ein vinmann, sum kemur úr einum landi, har tað er kríggj, og har pápi Hamdi, vinmann Áka, var í herinum.

Dreingirnir vilja hava pápan at fortelja um kríggj, og rithøvundurin megnar at fáa fram, at kríggj á ongan hátt er stuttligt og als ikki sum í filmi, har tey góðu aloftast vinna.

 

Meira fæst at vita á bibliotek.org