STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Várferðin í uppskoti til virðisløn

Fyri fimtu ferð eru tríggjar bøkur í uppskoti til Barna- og ungdómsbókavirðisløn Útnorðurráðsins.

Bøkurnar eru úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Fyri Føroyar er bókin Várferðin til Brúnna eftir Rakel Helmsdal í uppskoti til virðisløn.
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2008. Hon er fyrsti partur í einari røð við heitinum Úr mosakulluni. Annar partur er júst útkomin í hesum døgum, tað er bókin Veturin hjá Undu.
Í grundgevingini fyri at skjóta bókina hjá Rakel upp verður m.a. sagt, at bókin er ein fragd bæði fyri eygu og oyru. Tað er Edward Fuglø, ið hevur myndprýtt bókina við vøkrum, litríkum myndum.
Bókin er um sniffilin Nóa, ið fer eina langa ferð at fáa eitt grátandi risaskrímsl aftur á rætt stað, og tað gerst bert við at fara til Brúnna, har drekin Perpetua, skal beina teimum á rætta leið.
Í grundgevingini verður eisini sagt, at sjálvt um høvuðspersónarnir eru úr hugflogsheimi, so er bókin um teg og meg. Um tað at vera menniskja og um at vera bangin fyri tí ókenda og fremmanda. Og at sjálvt um tú ert lítil og bangin, so kanst tú hava dirvi.
Hinar báðar, ið eru í uppskoti til virðislønina eru Sila eftir Lana Hansen, har temað í bókini er veðurlagsbroytingar, sum Grønlandi jú er nógv merkt av. Íslendska bókin er Garðurinn eftir Gerður Kristný Guðjónsdóttur.
Virðislønin verður latin annað hvørt ár og er 60.000 kr. Avgerðin fellur í august 2010.

 

Tey, ið hava vunnið áður eru:
2002 Søgan um bláa knøttin eftir Andri Snær Magnason
2004 Eingil í vesturbýnum eftir krisitn Steinsdóttur
2006 Ein hundur, ein ketta og ein mús eftir Bárð Oskarsson
2008 Strandanornir eftir Kristín Helgu Gunnarsdóttur