STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin
Jóan Pauli Joensen, rektari, handar Silju Strøm gávugóðs

Silja heiðrað

Á Bókadeildini kenna vit Silju sum hana, ið myndprýddi Sigursteinin. Nú hevur Silja fingið rættiligt herðaklapp fyri list sína.

Á samkomu á Fróðskaparsetrinum í gjár fekk Silja Strøm handað gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Gávugóðsið, sum er 60.000 kr varð latið við hesari grundgeving:

 

Silja Strøm hevur við evnaríkum tekningum luttikið á Ólavsøkuframsýning, og í 2008 hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har umhvarvið av einum komandi listafólki av álvara hómaðist.  Í 2007 byrjaði Silja hægri listarliga útbúgving á The Glasgow School of Art, og seinasta heyst var hon so heppin at sleppa at vera gestalesandi á Akademie der bildenden Künste í Wien.  Hon hevur eisini luttikið á fleiri framsýningum á høgum støði.  Serframsýning hennara "we will sink and settle on the waves" var í Mentamálaráðnum í 2009. Í úrvalsframsýningini "Myndaódnin” á Steinprenti um jólini hingu tvær sera áhugaverdar prentmyndir hennara ímillum myndir hjá Per Kirkeby og Marius Olsen. 

Silja er ung og undir útbúgving, og tað sæst longu, at listagávur hennara eru sjáldsama væl paraðar við skynsemi og áræði og einum gjøllhugsaðum, varisligum og tálmaðum yvirbrá, sum gevur ábendingar um ein sermerktan fínleika, samstundis sum listakvinnan í øðrum myndum veruliga torir at vera ljót og øðrvísi í sínum lýsingum.

 

Á Bókadeildini kunnu vit leggja aftrat, at hon hevur myndprýtt bókina Sigursteinin eftir Berg Rasmussen, sum kom út í 2008, og at hon her júst vísti, at hon í myndum sínum torir at lýsa tingini øðrvísi enn vanligt.

Vit ynskja Silju hjartaliga til lukku.