STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Virðið av at lurta

Amerikanski rithøvundurin Katherine Paterson, sum vit kenna frá bókini Brúgvin og filminum Terabithia, er fyri stuttum vorðin barnabókaumboð í USA.

Hon hevur í grein í herfyri skrivað um nýggjasta tøknliga frambrotið við iPad og um óttan fyri, at lesararnar fara frá prentaða pappírinum yvir til nertiskíggjan.


Vit eru ikki fyrsta ættarlið við hesum óttanum, heldur hon. Longu Platon læt Sokrates gremja seg um, at tá ið fólk fóru at læra seg at lesa og skriva, fór tað at ganga aftur á hond við skaldskapi, tí at hann bert kundi varðveitast rætt á mannamunni.

 

Katherine Paterson greiðir frá, at hon einaferð varð bjóðað á eina ráðstevnu við lærarum úr Fiji oyggjunum. Lærararnir brúktu hvørki blýantar ella pappír í undirvísingini, so Katherine var eitt sindur ørkymlað av hesum og visti ikki reiðiliga, hvussu hon skuldi fara undir hetta.
- Fortel teimum bara søgur, segði onkur. - Men allar mínar søgur eru úr bókum, svaraði eg, og fyri tað mesta úr mínum egnu.
Tá ið hon slapp framat, fór hon at fortelja teimum søgur, tey ongantíð áður høvdu hoyrt, og hon fekk knappliga eina kenslu, sum hon hevði ilt við at lýsa – men tað kendist sum ein kraftmikil hugaøsing millum áhoyrarnar, sum drógu bestu framførsluna, eg nakrantíð havi givið, burtur úr mær, sigur Katherine Paterson.
- Eg skilti ikki, hvat var hent, fyrr enn eg ásannaði, at eg ongantíð áður hevði tosað fyri áhoyrarum, sum vóru vaksnir upp við munnligu siðvenjuni og veruliga dugdu at lurta.

 

Virði av at lurta er burturmist og kemur neyvan aftur, men í staðin lærdu vit at prenta bøkur og at lesa. Tá ið bøkur vóru dýrar og sjáldsamar, lósu vit tær aftur og aftur. Men nú eru so nógvar bøkur, at fá okkara nærlesa tær longur.
 

Tí er tað, at vit sum skriva fyri børnum hava ein fyrimun, sigur Katherine Paterson. Tí barnið gevur sær enn tíð at lurta væl og virðiliga eftir søgum.

 

Katherine Paterson endar greinina við at siga, at hon væl veit, at aðrir høvundar, sum skriva fyri skundmiklum vaksnum, hyggja at sær við niðurlátandi eygum, men hon hevur bara samkenslu við teimum. Tí, sum hon sigur, er hon vís í, at fáar av teirra bókum verða lisnar umaftur, og neyvan vilja teirra lesarar hoyra tey bestu brotini ella orðingarnar fortaldar aftur og aftur fyri sær.

 

Kelda: Daily News 1. februar 2010.