![]() |
Hin svanga ormveran vald sum besti songarlesnaður
Tað var Richard Woolfson, barnasálarfrøðingur, sum hevði gjørt kanningina, og hann heldur tað vera stuttligt, at tær gomlu søgurnar framvegis verða hildnar at vera verdar at lesa fyri børnum.
Annars sigur kanningin, ið fevndi um 4000 foreldur við børnum millum 2 og 11 ár, at tríggir fjórðingar av foreldrunum lesa fyri børnunum, og tað metir hann vera sera gott, tí at siga frá søgum er ein av virknastu mátunum at menna ein hóp av førleikum hjá børnum, m.a. at lesa, skriva, tosa og vera kreativ.
Men tað er harmiligt, at eitt av tíggju foreldrum ongantíð hava tíð at lesa fyri børnunum vegna arbeiði og trýsti á familjuna.
Eitt av tíggju viðganga, at tað er meira enn hálvt ár, síðani tey seinast hava sett seg niður við einum barni at lesa eina bók.
Húsligar skyldur (35 %), døgurðagerð (31 %) og langur arbeiðsdagur (21 %) fær skyldina fyri, at tey ikki hava tíð at vera saman við børnunum á henda hátt.
Tað ber til at taka sær tíð at fortelja søgur, sjálvt um nógv er at gera. T.d. ber til at finna uppá søgur, tá ið tú leggur barnið at sova, og letur tú barnið sjálvt sleppa at fortelja uppi í, er hetta við til at menna hugflog teirra.
Spurt varð eisini í kanningini eftir, hvørjar søgur teimum dámdi best at lesa, og hesar tjúgu vórðu valdar:
1. Hin svanga ormveran, Eric Carle (á føroyskum 2004)
2. Leyvan, gívurin og klædnaskápið, C.S.Lewis (á føroyskum 1998, 2005)
3. BFG, Roald Dahl
4. Palli Pumm, A.A.Milne (á føroyskum 1998, 1999, 2000)
5. Gruffalo, Julia Donaldson (á føroyskum 2005)
6. Famious Five, Enid Blyton
7. Matilda, Roald Dahl
8. Søgurnar um Petur Kanin, Beatrix Potter (á føroyskum 2003, 2007)
9. Lisa í Leikalandi, Lewis Carroll (á føroyskum 1988, 2010)
10. The Secret Garden, Frances Hodgson Burnett
11. Petur Pann, J.M.Barrie (á føroyskum 1999)
12. Mr, Men, Roger Hargreaves
13. Heksirnar, Roald Dahl (á føroyskum 1998)
14. The Twits, Roald Dahl
15. James and the Giant Peach, Roald Dahl
16. The Wind in the Willows, Kenneth Grahame
17. The Cat in the Hat, Dr Suess
18. Ævintýrini eftir H.C.Andersen (á føroyskum 1989, 1990, 2001, 2005)
19. Harry Potter og hálvblóðsprinsurin, J.K.Rowling (á føroyskum 2005)
20. Eitt jólaævintýr, Charles Dickens (á føroyskum 1990)







