STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Tintin fyri rættin í Belgia

Ein maður, føddur í Kongo og búsitandi í Belgia, vil hava teknirøðina Tintin í Kongo tiknað av hillunum í handlum í Belgia.

Tintin og teknarin Hergé, sum setti strípuna upp í svørt/hvítum í blaðnum Petit Vingtieme í tríatiárunum, eru tjóðarhetjur í Belgia.
Men hetta hevur ikki fingið kongolesiska mannin at broyta hugsan. Hann hevur í fleiri ár roynt at steðga teknirøðini, av tí at hon lýsir afrikanar sum óvitandi og ódámligar. “Hon fær fólk at halda, at svørt ikki hava ment seg,” sigur hann.
Nú er hetta so komið fyri rættin, og avgerðin verður tikin um eina viku.
Hergé broytti tekningarnar í fjørutiárunum, legði lit á tær, tók allar tilvísingar til belgiskt Kongo burturúr umframt eina hending, har Tintin drepur ein fíl við at spreingja hann í luftina við dynamitti.
Men hóast tað fær hon nógvar ákoyringar fyri at niðurgera rættindi hjá fólki og dýrum.
Michael Farr, ið hevur skrivað um Hergé, sigur, at høvundurin hevur angrað sínar lýsingar av kongolesarum, men hevur avsannað, at teknirøðin er rasistisk, meira varpar hon ljós á, hvussu afrikanar vóru lýstir í tríatiárunum.
Fyri trimum árum síðani var ein roynd at banna teknirøðini í Bretlandi, av tí at Commission for Racial Equality klagaði um hana. Hetta hevði við sær, at hon var seld við eini ávaring, at innihaldið fyri onkrum kundi kennast ágangandi. Onnur tiltøk vóru eisini sett í verk, fyri at børn ikki skuldu fáa ov lætt hendur á bókini.

Hetta hevði við sær, at sølan av teknirøðini reyk upp. Hon fór av einum 4.343 plássi á bestseljaralistanum hjá Amazon upp á eitt fimta pláss.
Í Brooklyn Public Library er  teknirøðin tikin burtur og goymd í eykasavni, har hon bert kann síggjast við at biðið verður um tað.
Livst so spyrst.

 

Kelda: The Guardian