STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Skýming

Fyrsta av heimskendu skýmingarsøgunum er nú á føroyskum

Hugtakið at gera eina rowling er vorðið kent í bókaheimi. Hetta, at tú skrivar eina bók, sum fer sum eldur um allan heim. Amerikanska Stephenie Meyer hevur megnað hetta við bókarøðini Twilight. 

Nú er fyrsta bók í røðini Skýmingarsøgur komin út á føroyskum, og hon hevur heitið Skýming.

Søgan snýr seg um gentuna Isabellu Swan, ið flytir til pápan í Forks at búgva og ganga í skúla.

Forks er ein keðiligur býur og bella væntar ikki, at tað stóra fer at henda her.

Men so hittir hon Edward Cullen, og lív hennnara vendist 360 stig.

Hon verður fullkomiliga tikin av fótum og fær ikki hugsað um nakað annað enn at síggja Edward.

At hann er vampýrur kemur hon so við og við eftir, men tað fær hana ikki at venda sær frá honum, heldur tvørturímóti.

Søgan er sera væl dámd serliga millum ungar gentur, og tað, at filmar eru gjørdir yvir søgurnar, ger hana enn meira spennandi at lesa.