![]() |
Eitt stuttligt familjuspæl
Nú er Orðálvur her
Fyri mong hevur tað kanska mangan kenst sum at ganga niðan á eitt fjall, tá mállæra skal lærast, men so er ikki longur.
Nú er eitt øðrvísi spæl at fáa, har mállæra verður leikandi løtt og samstundis stuttlig.
Hetta er als ongin andsøgn. Hygg bara at nýggja navnorðaspælinum Orðálvi.
Orðálvur er borðspæl, har øll familjan kann spæla við og tað uttan mun til, um tú dugir lítið ella nógv av mállæru.
Spælt verður á trimum torleikastigum, og saman við Orðálvi verður farið til stroks niðan á fjallatindin á Orðoynni.
Tað ræður um at koma fyrst niðaná og fáa nógv gott at vita samstundis.
Góða ferð!







