STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Mín jólabók 2009

Nú er jólabókin her!

So er hon her – jólabókin.  Og so er hon eisini eitt sindur øðrvísi í útsjónd. Ikki reyð ella grøn, sum eru litir,  vit mangan knýta saman við jólini, men ísblá.
Hetta er tí, at ítrivini í hesari jólabókini á mangan hátt snúgva seg um kavamannin. Men hóast ísblá, so eru søgurnar heitar og jólaligar, sum tær nú eiga at vera.
Tey, ið skrivað hava eru vandir rithøvundar, sum m.a. Oddvør Johansen, Alexandur Kristiansen, Rakel Helmsdal og Oddfríð Marni Rasmussen, og við flottum myndum eftir ung listafólk, sum sleppa at spæla sær og royna síni listarligu evni í jólabókini.
Sunnudagin er fyrsti í adventini og skulu vit náa at lesa fyrsta part av adventssøguni hjá Sámal Kristiani Soll, so er at skunda sær at útvega sær bókini. Tástani ber til at siga, at jólini eru byrjað!
Jólabókin fæst í bókabúðunum fyri  195 kr.