STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Nýggjar krabbabøkur

Nýggjar, spennandi bøkur í røðini krabbabøkur, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur geva út. Tríggjar í fjórða torleikastigi, tvær í fimta, ein í sætta og ein í sjeynda.

Toron-søgan eru tríggjar bøkur um unga dreingin Toron, sum býr í eini lítlari bygd, ið verður álopin. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður. Søgan er um, hvussu gandateinikma varð til. Bøkurnar eru allar myndprýddar í mangastíli. Tær tríggjar bøkurnar eita: Gorokkarnir herja á, Gentan úr náminum og Megin hjá tei-nikmanum.

 

Trøllabarnið og Ættin er fyrstu tvær bøkurnar í røðini Enja. Enja býr hjá einum fólkum, sum ikki eru góð við hana. Hon hevur serlig evni og eygu, ið síggja meiri enn onnur fólk.

 

Ein bók um forelskilsi (… og at mussast) er fitt faktabók til størri børn. Bókin hjálpir tær at finna svarini, hvussu tú bert teg at at koma í samband við tann, tú ert forelskað ella forelskaður í, og hvat tú skalt gera, um tú ikki hevur eydnuna við tær.

 

Hvassi. Nærkist er onnur bókin í røðini um unga dreingin Hvassa, sum ongan eigur uttan seg sjálvan. Í fyrstu bókini flýggjar Hvassi yvir háls og herðar undan fólkum, hann ikki veit hvørji eru, men hann hevur illgruna um, at tey stava frá fortíð hansara. Í hesi bókini flýggjar hann framvegis, og einki er, sum tú heldur …