STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Eitt fullfíggjað verk við søgum úr Narnia

Nú er seinasta bókin við Søgum úr Narnia komin út, og við hesum er Bókadeildin komin á mál við at geva út alt verkið hjá C.S.Lewis um Narnia.

Seinasta bókin í røðini er Hin seinasti bardagin.

Bardagin, ið verða skal, er millum tað góða og tað ónda í gandakenda heiminum Narnia. Her í seinastu bókini í røðini stendur bardagin millum Tirian, kongin í Narniu, og teir óndu kalormarnar. Endiliga verður greitt, hvat fer at vinna. Tað góða ella tað ónda.
Bókin er so mikið spennandi, at tað verður torført at leggja hana frá sær aftur.
Bøkurnar við søgum úr Narnia eru sjey í tali. Fyrsta kom út í 2005, og nú er so seinasta bókin komin út.

Umframt at hetta er eitt snotiligt verk at hava standandi á hilluni, so eru hetta góðar, spennandi søgur, sum fara fram í einum ævintýrheimi, fullar av tilsipingum til bæði veruligt og andaligt lív.

Tað ger ikki verkið verri, at myndprýðingarnar eru tær klassisku hjá kenda enska teknaranum Pauline Baynes.

Hin seinasti bardagin er 178 bls., og Theodor Hansen hevur týtt.

 

Í bókarøðini við søgum úr Narnia eru nú hesar bøkur at fáa:

 

Systirsonur gandakalsins

Leyvan, gívurin og klædnaskápið

Hesturin og drongurin

Kaspian kongssonur

Ferðin við Morgunvallaranum

Silvurstólurin

Hin seinasti bardagin