STROKNETIÐ Lærarafelagið Skúlablaðið Bókadeild Føroya Lærarafelags Bókaklubbin

Lewis Carroll á føroyskum

Herfyri bar til at síggja nýggjan film grundaðan á heimskendu søguna um Lisu í Leikalandi. Filmurin var í 3D og fekk nógv lovorð við á vegnum.

Vit kunnu ikki bjóða nýggju útgávuna hjá Lewis Carroll í 3D, men harafturímóti kunnu vit bjóða eina sera flotta bók við myndprýðingum eftir virðislønta listamannin Dušan Kállay úr Bratislava.

Bókin um Lisu í Leikalandi kom út á fyrsta sinni í føroyskari týðing í 1988. Tað var Axel Tórgarð. Ið týddi bókina, og vit hava sjálvandi valt at brúka somu týðing aftur. Umframt søguna um Lisu í Leikalandi er eisini væl kenda søgan Inn ígjøgnum spegilin við í bókini. Agnar Artúvertin týddi henda partin. Inn ígjøgnum spegilin er grundað á eitt talvspæl, ið hevur verið sera nógv umrøtt bæði av bókmentafrøðingum og telvarum. Í søguni er Lisa tann hvíta finnan, sum byrjar og vinnur í ellivu leikum.
 

Bókin er í stórum arkabroti, hon er 192 bls. og innbundin við leysari kápu.