![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
-
Fullur stampur við krabbum
Hesaferð er talan er tvær bøkur til annað torleikastig, tríggjar til fjórða torleikastig, ein til fimta torleikastig og tvær til sætta torleikastig.
Livar og Sivar í Kanada og Livar og Sivar í Sahara eru bøkur eftir Helle Dyhr Fauerholdt. Bøkurnar eru til annað torleikastig ella appilsingulur krabbi. Hildigunn Niclasen hevur týtt. Bøkurnar eru um teir báðar Livar og Sivar, sum uppliva mangt og hvat á ferðum sínum í Kanada og Sahara.
Eitt óhugnaligt kvøld er søga um tey trý systkini Linus, Maju og Oskar, sum ein dagin koma á eitt kettling, sum ein ræðandi kona sigur seg eiga. Maja hevur ilt við at gloyma kettlingin og setur seg fyri at bjarga kettlinginum … Kendi svenski rithøvundurin Thomas Halling hevur skrivað, og Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt. Bókin er til fjórða torleikastig.
Gevist so við hasum! er bók um Miu, sum sær tríggjar stórar gentur taka telefonina frá einum lítlum dreingi. Mia sær alt, men torir einki at siga. Hvat skal hon gera? Siga læraranum frá? Og hvat um genturnar fara at hevna seg? Annette Bjørg Koeller hevur skrivað, og Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt. Bókin er til fjórða torleikastig.
Lygnin er bók eftir Kristín Ragnu Gunnarsdóttir. Hetta er øðrvísi, stuttlig og spennandi søga, sum endar øðrvísi enn tú kanska hugsar. Innbrot hava verið, og spor eru allastaðni. Fleiri eru undir illgruna, men hvør er hin seki? Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Bókin er til fjórða torleikastig.
Lívið á sjósavni er fimta bókin eftir Beintu Johannessen. Í bókini fært tú nógv at vita um, hvat goymir seg undir sjónum. Tú kanst fylgja lívinum á Føroya Sjósavni, har fleiri enn 100 ymisk dýrasløg úr føroyskum sjógvi eru at finna. Hans Eli Sivertsen hevur tikið tær flestu myndirnar í bókini. Bókin er til fjórða torleikastig.
Torkils døtur er spennandi, nýskrivað søga, ið byggir á gamla søgu, ið verður hildin at stava frá síðst í 16. øld. Søgan livir í halgikvæðum og sagnum og er til í øllum Norðurlondum. Søgan er um Torkil og døtur hansara, Ásu og Katrin. Torkil hevur lagt døtrum sínum eina við, at tað er vandamikið at fara einsamallar frá húsum. Gentur mugu ikki ríða einsamallar, tí ikki allir vallarar hava góðar ætlanir. Kortini fer Katrin einsamøll á rossabaki í kirkju. Tá ið ein vallari seinni kemur til garðin hjá Torkili og tekur reyða serkin, ið Katrin var í um morgunin, upp úr pjøkanum, verður Ása ræðslusligin … Bókin er til sætta torleikastig.
Óloyst brotsverk er spennandi faktabók um óhugnaligbrotsverk og myrkar loynidómar. Vit hoyra um sunnudagsskúlalæraran, sum var undir illruna í tveimum ógvisligum morðum. Vit hoyra eisini um ein ránsmann, sum leyp úr einum flogfari og síðan hvarv, ein mann, sum varð dripin við einum eitrandi regnskjóli, og nógv, nógv annað. Nógv er at verða bilsin og ovfarin um. John Townsend hevur skrivað, og Pauli Hansen hevur týtt. Bókin er til sætta torleikastig.
-
Nýggir spennandi krabbar
Hesa ferð er talan um 2 appilsingular, 2 reyðar, 1 lilla og 3 grønar krabbar.
Ein tonn er leys er fitt søga um lítlan drong, sum missir tonnina, men av óvart kemur at eta hana. Og tað er ikki so gott, tí tannálvurin skal hava hana. Camilla Kuhn hevur skrivað, og Lydia Didriksen hevur týtt. Bókin er bólkað í annað torleikastig.
Ida og úlvurin er stuttlig søga um Idu, sum fer at vitja ommu sína. Men tá ið legst at sova, hoyrir hon okkurt, sum knurrar í vegginum. Tað er ein úlvur, og hann ætlar at eta ommuna. Camilla Kuhn hevur skrivað, og Lydia Didriksen hevur týtt. Bókin er bólkað í annað torleikastig.
Tólar, steðga nú! er bók eftir Per Østergaard. Tólar dugir alt. Dugir hann eisini at prumpa? Eta skrúvur? Og lyfta tungt? Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Bókin er bólkað í triðja torleikastig.
Lena verður sjúk er viðkomandi bók um óttan at missa. Lena er sjúk og liggur í songini. Men Ninna vil ikki vitja hana. Í veruleikanum dámar henni als ikki, at fólk eru sjúk, tí kanska doyggja tey Katrine Marie Guldager hevur skrivað og Hjørdis Heindriksdóttir týtt. Bókin er bólkað í triðja torleikastigi.
Turbo og ræðunáttin er enn ein søga um Turbo, sum rennur so skjótt. Í hesi søguni spælir hann við Ólav og Símun í skúlagarðinum. Teir síggja eina kjallarahurð, sum stendur á gloppi og fara inn. Men tað skuldu vit ikki gjørt … Ulf Sindt hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Bókin er bólkað í fjórða torleikastig.
Søgan um njósning er faktabók við nógvum áhugaverdum søgum um njósning. Njósnarar hava arbeitt í loyndum gjøgnum alla mannasøguna. Teir hava samlað loyniliga vitan um fíggingar sínar. Rob Lloyd Jones hevur skrivað, og Pauli Hansen hevur týtt. Bókin er bólkað í sætta torleikastig.
Tekna er faktabók, sum stig fyri stig lærir teg at tekna og hvussu tú skalt gera, frá skitsu til lidna mynd. Samstundis fært tú eina rúgvu av góðum ráðum og uppskotum um, hvussu tú kanst gerast ein góður teknari. Jan Jäger hevur skrivað, og Hannis Egholm hevur týtt. Bókin er bólkað til sætta torleikastig.
Loyndarmálið í Luxor er onnur bókin í røðini um listadetektivarnar Dáva og Sissal. Hesaferð eru Dávur og familjan í Egyptalandi og ferðast; tey gista í einum lítlum býi við Luxor. Men tað, sum er eitt bíligt og hugtakandi vertshús, vísir seg at vera eitt stað, har nógv hættisligt fer fram – og børn verða hildin fangar í einum umfatandi, løgnum kvetti. Bjørn Sortland hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Bókin er bólkað til sætta torleikastig.Nýggir krabbar koma aftur í mai.
-
Nýtt umfar av krabbum
Í hesum umfarinum eru sjey krabbabøkur. Tvær eru til triðja torleikastig eftir Jørn Jensen, sum hevur skrivað ørgrynni av lættlesibókum. Tey gandaðu dýrini og Andin bankar uppá eru báðar um at hava ótta fyri onkrum. Alt er tó ikki, sum tað sýnist …
Mumiur er faktabók til sætta torleikastig. Hetta er spennandi bók um tær ótrúligastu mumiurnar í heiminum. Í bókini kanst tú lesa um tær fyrstu mumiurnar, vit vita um, hvussu mumiur verða gjørdar, og hvussu fólk í gamla Egyptalandi tóku innvølir úr kroppinum fyri at hann ikki skuldi rotna. John Malam hevur skrivað.
Tann nýggi kongurin er fjórða og seinasta bókin í røðini um Tann bláa sigursteinin, sum Margot Andreasen hevur skrivað; bókin er í sætta torleikastigi. Lino og vinir hansara gera seg til reiðar til seinasta og avgerandi slagið móti Broto. Men teir eru færri, og Broto hevur Malin og drekan Narno. Hava tey yvirhøvur nakran møguleika? Sum hinar bøkurnar í røðini er henda seinasta eisini ógvuliga spennandi.
Øll kunnu gera mistøk er næst seinasta bókin í røðini um Tey í sætta eftir Trine Juul Hansen; bókin er í sætta torleikastigi. Henda bókin snýr seg mest um Lassa og Símun. Lassi kennir ein feril av øvundsjúku, tí besti vinmaður hansara Símun altíð velur Annu, sum hann gongur saman við, fram um hann. Men so hendir nakað …
Seiko eftir Linn T. Sunne er ógvuliga góð og viðkomandi bók í sjeynda torleikastigi um ungdómslív og at verða trýst til nakað, tú ikki vilt. Hetta er ein søga um kærleika, trýst og sorg. Símun og Ella hittast undir trænum, alt er vakurt og summar og næstan ein mussur. Tað er í summar, at alt tað góða má henda. So verður veitsla, og alt broytist … Ein sera væl egnað bók at lesa í teimum elstu flokkunum.
Hvassi, Satsi alt er seinasta bókin í røðini um unga drongin, sum hevur alt at vinna og einki at missa. Í hesi søguni fáa vit alt at vita, sum liggur til grund fyri, hví Hvassi er vorðin, sum hann er vorðin, og hann er fúsur at satsa alt fyri rættvísis sakir. Tim Bowler hevur skrivað.
Krabbabøkurnar verða givnar út í samstarvi millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám.
-
Fýra upprunakrabbar hesa ferð
Mira mús og Milo spæla er onnur bókin um fittu mýsnar, sum dámar væl at stuttleika sær. Tann fyrsta eitur Mira mús og Milo. Bókin til fyrsta torleikastig. Aase Bømler Olsen hevur skrivað og teknað.
Dávur og Dia og Dann er tann fyrsta krabbabókin, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Edward Fuglø hevur teknað. Hetta er stuttlig og øðrvísi bók, sum fær hugflogið hjá lesarunum á flog. Bókin er til fyrsta torleikastig.
Kongur er heitið á triðju upprunaføroysku krabbabókini, hendan er til annað torleikastig. Edward Fuglø hevur skrivað og teknað, og hetta er fyrsta krabbabókin, hann hevur skrivað. Kongur er søgan um ein kong, ið heldur vil vera drongur enn kongur.
Firvaldur í Føroyum er upprunaføroyskur faktakrabbi til fimta torleikastig. Beinta Johannessen hevur skrivað. Í Føroyum eru 155 sløg av firvaldi skrásett, og í bókini kanst tú lesa um fleiri teirra. Firvaldur er millum vakrastu skordýr í heiminum. Summarfuglur, mølur og heygsmaður eru allir firvaldar. Í Føroyum eru flestu firvaldarnir smámølir. Firvaldur er allastaðni uttan á Suðurpólinum.
-
Átta feskir krabbar
Mira mús og Milo spæla er onnur bókin um fittu mýsnar, sum dámar væl at stuttleika sær. Hetta er upprunaføroysk krabbabók til annað torleikastig. Aase Bømler Olsen hevur skrivað og teknað.
Dávur og Dia og Dann er somuleiðis upprunaføroysk krabbabók, tann fyrsta, sum Alexandur Kristiansen hevur skrivað. Edward Fuglø hevur teknað. Hetta er stuttlig og øðrvísi bók, sum fær hugflogið á flog. Bókin er til fyrsta torleikastig.
Kongur er heitið á triðju upprunaføroysku krabbabókini, hendan er til annað torleikastig. Edward Fuglø hevur skrivað og teknað, og hetta er fyrsta krabbabókin, hann hevur skrivað. Kongur er søgan um ein kong, ið heldur vil vera drongur enn kongur.
Firvaldur í Føroyum er upprunaføroyskur faktakrabbi til fimta torleikastig. Beinta Johannessen hevur skrivað. Í Føroyum eru 155 sløg av firvaldi skrásett, og í bókini kanst tú lesa um fleiri teirra.
Hvat segði sniglamamman …? og Hvussu nógvar breyðflísar …? eru fyrstu gátubøkurnar í krabbarøðini. Tær eru ávikavist til annað og fimta torleikstig. Keld Petersen hevur skrivað og teknað, Hannis Egholm hevur týtt.
Tað reyða merkið er triðja bókin í røðini um tann bláa sigursteinin. Bókin er til sætta torleikastig. Margot Andreasen hevur skrivað og Hildigunn Niclasen hevur týtt. Spenningurin økist, nú søgan nærkast endanum. Ormurin vísir tær stóru tøkutenninar. Hann hyggur við øllum teimum fýra eygunum at Lino, sum skelvur av ræðslu. Lino berjist ímóti og roynir at blunda, men Sai vil ikki sleppa eygunum á Lino. Hann ætlar at fáa vald á honum …
Loyndarmálið í Venezia er fyrsta bókin í eini røð um listdetektivarnar Dáva og familju hansara. Tey eru og ferðast í Venezia. Á hotellinum hitta tey eini løgin, gomul hjún, sum børnini forvitnast eftir. Alt ov seint skilja tey, at ein svartklæddur maður við hvítum skorti leingi hevur bíðað eftir teimum í myrku, deyðakvirru loynikrókunum. Bjørn Sortland hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Bókin er til sætta torleikastig.
Í fjórða útgávuumfari, sum kemur umleið 1. november, eru 7 krabbar.
-
Krabbabøkur sera væl umtóktar
Bøkurnar, sum næmingarnir læntu, vórðu flokkaðar upp í føroyskar, danskar og enskar bøkur. Tá ið talt var upp, sá býtið soleiðis út:
64 føroyskar bøkur:
- 7 myndabøkur, 4 teknisøgur, 33 krabbabøkur, 14 tekstbøkur og 6
yrkingasøvn.
21 danskar bøkur:
- 7 lættlisnar bøkur, 3 myndabøkur, 5 teknisøgur og 6 tekstbøkur.
7 enskar bøkur:
- 7 tekstbøkur
7 yrkisbøkur:
- ein føroysk bók, fimm danskar og ein enskTað er Lydia Didriksen, sum er skúlabókavørður, lærari og rithøvundur, sum hevur gjørt uppgerðina. Hon sigur, at av teimum 33 krabbabókunum, sum vórðu læntar, vóru øll torleikastigini umboðað.
- Merkisvert var, at heili 8 eintøk vóru úr røðini Kalt blóð. Henda røðin hevur verið serliga væl umtókt í fleiri ár. Áhugavert var eisini, at fleiri faktakrabbar vóru ímillum, hóast fáar bøkur eru komnar út í hesi røðini.
- At krabbabøkurnar eru serliga væl umtóktar ímillum næmingarnar, síggja vit hvønn dag í Náminum. Tá ið tey velja sær bøkur, hyggja tey eftir litinum, ið er tekin um torleikastigið. Tey lesa seg ígjøgnum ein lit í senn og flyta so yvir í næsta lit. Á tann hátt finna tey altíð eina bók, sum hóskar júst til teirra lesiførleika. Nevningarvert er, at nógvir næmingar lesa krabbabøkur, ið eru ætlaðar eldri torleikastigi.Lesið alla greinina á:
http://www.skulabladid.fo/Heim.aspx?ID=610&Action=1&NewsId=6146&M=NewsV2&PID=1962
-
Beinta við triðju bókini um fugl í Føroyum
Tað er Beinta Johannessen, sum er lívfrøðingur og blaðstjóri á barnablaðnum Strok, sum hevur skrivað. Sum heitið á bókini sipar til, tekur henda bókin støðið í heimligu smáfuglunum. Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð. Í bókini kanst tú lesa um, hvat eyðkennir fugl, fuglalát, bútíð og um ymsar vanligar smáfuglar og eisini minni vanligan smáfugl.
- Við hesum trimum bókunum hava vit verið runt um alt tað, sum eyðkennir fugl í Føroyum. Sum ein ummælari hjá Strok segði, so saknaði hon í hinum bókunum at lesa um, hvussu fuglur reiðrast, og um egg og ungar. Alt tað kanst tú lesa í hesi bókini.
- Tað, sum er stuttligt at síggja, er, hvussu nógvan fugl vit eiga, og hvussu vakur og ymiskur hann er. Við myndunum sleppa vit heilt tætt uppá, til dømis síggja bláa eygað á súlu, hvussu stórir veingirnir eru og so framvegis, sigur Beinta Johannessen.
Beinta Johannessen helmar ikki so í. Nú arbeiðir hon við eini bók um firvald í Føroyum, sum væntandi kemur út eftir summarsteðgin. Tann bókin tekur støði í bók, sum Nám hevur givið út fyri eini tíð síðan, ið eitur Firvaldar – 155 ymiskir firvaldar í Føroyum.
-
Smáfuglabók og aðrir krabbar
Hvassi – Kvetti bondini er sjeynda og næst seinasta bókin um Hvassa. Í hesi bókini dagar spakuliga fram, hvat Hvassi hevur verið út fyri í uppvøkstrinum. Á baksíðuni kunnu vit lesa, at ’hevndin er ikki søt, hon er bara neyðug’ … Hvassi er í sjeynda torleikastigi. Tað er Tim Bowler, sum hevur skrivað, og Bergur Rasmussen, sum hevur týtt.
Ein herur av gulum eygum er onnur bókin í røðini Tann blái sigursteinurin, sum Margot Andreasen hevur skrivað. Lino heldur fram á vandaferðini við kós ímóti teimum hvítum fjøllunum og uppreistrarfólkunum. Men ódjórið Lala er ikki at spæla við, og skjótt er Lino fangaður í eini deyðsfellu. Ein herur av gulum eygum er í sætta torleikastigi. Hildigunn Niclasen hevur týtt.
Oliver Twist er kendur klassikari eftir Charles Dickens um fátæka smádrongin, sum ongan góðan eigur. Hann veksur upp á einum køldum fátækaheimi, men ein dagin rýmir hann til London, og tá byrjar eitt nýtt lív … Oliver Twist er í fimta torleikastigi. Lena Jacobsen hevur týtt.
Pinocchio er klassikari eftir Carlo Collodi um træsprekið og sprellimaður, sum gjørdist drongur. Pinocchio er í fimta torleikastigi; tað er Maria Heradóttir, sum hevur týtt.
Katla og Stina og sjokulátatjóvarnir er sjálvstøðugt framhald av Húsini í súreplagarðinum og Katla og Stina kanna málið. Í hesi fittu bókini síggja vinkonurnar onkran stjala sjokulátu, og serliga Stina verður kedd, tá ið hon sær, hvørjir tjóvarnir eru. Tað er Line Baugstø, sum hevur skrivað, og Anna Maria Reinert Jensen, sum hevur týtt. Bókin er til fimta torleikastig.
Smáfuglur í Føroyum er triðja upprunaføroyska faktabókin um fugl í Føroyum. Hendan tekur sum heitið sigur støðið í heimligu smáfuglunum. Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað. Bókin er í fimta torleikastigi.
Hesturin hjá Sáru er fitt søga um vinkonurnar Sáru og Minnu, sum dámar væl hestar. Bókin er í triðja torleikastigi. Jørn Jensen hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt.
Í triðja útgávuumfari, sum kemur umleið 1. september, eru fleiri upprunaføroyskir krabbar.
| Víst 1 av 19 | Fram |
| Víst 1 av 19 | Fram |
og Bókadeildin geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
|
1. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa |
|
2. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa |
|
3. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa |
|
4. |
at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa |
Uppgávur eru gjørdar til allar bøkurnar við gulum, appilsingulum, reyðum og lilla krabbum. Harafturat eru uppgávur til faktakrabbarnar og til nakrar bláar krabbabøkur. Endamálið við uppgávunum er at hjálpa næminginum at skilja tekstin. Til ber at taka niður uppgávur við at fara inn á einstøku útgávurnar.
Her ber til at lesa ummæli, sum børn hava skrivað um krabbabøkurnar.
29-08-2011
Í morgin fara vit at sita í sólini
29-08-2011
Toron-søgurnar
23-08-2011
Hvassi 2 – Nærkist
23-08-2011
Hvassi 3 - Rými
23-08-2010
Anna Frank








