Marianna Debes Dahl

er føroyskur rithøvundur fødd í 1947 í Vestmanna.
Hon hevur útbúgving sum lærari, men hevur starvast sum rithøvundur burturav nú í nøkur ár.
Hon hevur verið aktiv á vinstravonginum og skrivaði í kommunistiska blaðið Fríu Føroyar frá 1983 til 1993.
Hon hevur umframt at skriva bøkur eisini framleitt ein hóp av sendingum til Útvarp Føroya.
Fyrsta bók hennara var Burtur á heiði, ein barnabók, ið vann fyrstu virðisløn í kapping um at skriva barnabók.
 
Útgávur:
1996 Burtur á heiði
1997 Úti á leysum oyggjum
2001 Flosi fer í føðingardag
 
Umrøður:
Malan Marnersdóttir (red): Vinalagið, náttúran og samfelagið, 1994
Elisabeth Møller Jensen (red): Nordisk kvindelitteraturhistorie, 1993-98
Aref T. Olsen: Alt er ein ferð. Føringurin 29. januar 1998
Malan Johannesen: Faðirmorð við einum orði. Oyggjaskeggi 1998/4
 
Heiðurslønir:
Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 1978
 


« Aftur



Bøkur eftir høvunda:



Aftur Víst 1 av 1 Fram
Burtur á heiði

Livandi lýsing av hvussu ymiskir dreingir eru av lyndi og um vinalag teirra millum.


Rithøvundur: Marianna Debes Dahl     Útgávuár: 1996




Flosi fer í føðingardag

Søga um ein lítlan drong, ein lítlan hund og eina lítla piparnøt.


Rithøvundur: Marianna Debes Dahl     Útgávuár: 2001




Úti á leysum oyggjum

Endurminningar høvundans um tey fyrstu 16 árini, 1947-1964. Endurminningarnar fara fram í Danmark og Føroyum og enda við, at hon siglir út av Havnnarvág á veg til USA.
Hetta er søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur og búnast.


Rithøvundur: Marianna Debes Dahl     Útgávuár: 1997




Aftur Víst 1 av 1 Fram