Marjun S. Kjelnæs

er fødd í 1974 og uppvaksin í Havn.

Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.

Hon hevur vunnið stuttsøgukapping í Dimmalætting, fekk aðru virðisløn í stuttsøgukapping á Listustevnu Føroya í 2001 og fyrstu virðisløn fyri útvarpsleik á Listastevnu Føroya í 2002.

Hon hevur eisini skrivað stuttsøgur í Birting og Atlantic Revue.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Útgávur:

2001 Kópakona í Mjørki í heilum

2004 Ein farri av kolvetni

2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók

2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2

2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?

2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?

2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?

2010 Skriva í sandin

        Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki

2012 Eg undrist, At týða týdningin, Allar línur spennast, Vit hava hits áður í Vencili 11

 

Ummæli/umrøða

Finnur Jensen: Valstríðið gav íblástur. Dimmalætting 2. apríl 2004

Carl Jóhan Jensen: Ein farri av skaldskapi. Fregnir 22. apríl 2004

Anna V. Ellingsgaard: Mamma er rithøvundur. Sosialurin nr. 78/ 24. apríl 2004

Kirsten Brix: Umskapan - vegir og villinivegir. Frøði 2/2005

Turid Thomsen: Samstarv er gull vert. Dimmalætting 16. oktober 2008

Beate L. Samuelsen: Rakel Helmsdal og Marjun Syderbø vunnu stuttsøgukappingina. Dimma 29. desember 2008.

Beate L. Samuelsen: Tað er cool at vera professionellur og vinna. Dinmalætting 30. desember 2008

Katrin Erlendsdóttir: Um vikuskiftið. punktum.fo 3. desember 2010

Nordisk Børnebogspris 2011

Pætur Marjunarson Dahl: Ein trivaligur gloypur av sjálvstýnan. Dimma, punktum.fo 21. juni 2013

Andrea Rygg Nøttveit: Det skjer så mange forunderlige ting. framtida.no 15. apríl 2014

 

Ummæli av Skriva í sandin:

Hanus Samró

Turid Thomsen

"At vera eitt gott medmenniskja er tað nærmasta eg komi til at verða eitt Guðs barn. V 1/5. juli 2010

Lena Kjersén Edman: Om läppar som vill kyssa. Opsis Kalopsis nr 4 2010.

Steffen Larsen: Tórshavn by Night. Politiken 27. okt. 2012

Bent Rasmussen: Skriv i sandet. oktober 2012 emu.dk

Mikkel Nordvig: Noget at tale om og tænke over. Folkeskolen 26. nov. 2012

Anette Jensen: Ungdom på Færøerne. Flensborg Avis 14. desember 2012

Karen Lise Søndergaard Brandt: Forblæst færøsk ungdomsliv. Jyllandsposten 26. des. 2012

Signe: 'Skriv i sandet' af Marjun Syderbø Kjelnæs. kulturforunge.dk 21. februar 2013

Damian Arguimbau: Færøske billeder í barnebokkritikk. no 29. august 2013

 

Heiður:

2000 Fyrstu virðisløn frá Dimmalætting fyri Russiskur dansur

2001 Listastevna Føroya, 2. virðisløn

2002 Listastevna Føroya, 1. virðisløn

2004 Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum

2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs

        Virðisløn í stuttsøgukapping fyri ungdóm

2011 White Raven Deutsche Jugendbbibliothek fyri Skriva í sandin

        Norðurlendsku barnabókavirðislønina fyri Skriva í sandin

2013 Í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókavirðislønina frá Norðurlandaráðnum

 

Tíðindi:

Marjun í Horisont

Sól og summar og ræðuliga gott

Skriva í sandin á íslendskum

 

ì sambandi við skrivikapping 2014 tosar Marjun um at skriva

  


« Aftur



Bøkur eftir høvunda:



Aftur Víst 1 av 1 Fram
Ein farri av kolvetni

 

 

 

Alt livandi stunar eftir orsøk.

Níggju stuttsøgur um lindir og leitan.


Rithøvundur: Marjun S. Kjelnæs     Útgávuár: 2004




Elskar - elskar ikki

Eru kenslurnar tær somu uttan mun til um tú býrt í Føroyum ella í Grønlandi ella Svøríki, ella hvar tað skal vera?

Seytjan norðurlendskir rithøvundar royna seg við einum svari.


Rithøvundur: ymsir     Útgávuár: 2010




Hvør fjalir seg í ferðataskuni?

Onnur bókin í røðini um Viktoriu og Pingelipongin, sum býr í postkassanum.


Rithøvundur: Marjun Kjelnæs     Útgávuár: 2008




Hvør fjalir seg í postkassanum?

Um gentuna Viktoriu, sum ein dagin hittir ein pingelipong, sum býr í postkassanum á húsunum hjá Viktoriu og teimum.


Rithøvundur: Marjun S. Kjelnæs     Útgávuár: 2007




Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?

Triðja og seinasta bókin um Viktoriu og pinkulingin


Rithøvundur: Marjun S. Kjelnæs     Útgávuár: 2009




Mín jólabók 2006

 

Jólabók við søgum, yrkingum myndum og ítrivi


Rithøvundur: ymiskir     Útgávuár: 2006




Mjørki í heilum

Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Listastevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping.
 


Rithøvundur:     Útgávuár: 2001




Skriva í sandin

Ungdómsbók, sum fer fram í Havn. Ein beinrrakin lýsing av ungdómslívi, sum tað er her og nú.

 


Rithøvundur: Marjun Syderbø Kjelnæs     Útgávuár: 2010




Aftur Víst 1 av 1 Fram