Jeffrei Henriksen

er lektari í føroyskum og hevur granskað og skrivað nógv um føroyskt mál.
Hann er føddur 1. mai 1930 í Sørvági og býr í Tórshavn.
Hann tók læraraprógv í 1950. Hevur verið á Læraraháskúlanum í Danmark og tikið exam. art prógv í føroyskum.
Hann hevur verið lærari í Bø og Gásadali, á Eiði og í Kommunuskúlanum í Havn. Var skúlastjóri á venjingarskúlanum og lektari á Føroya Læraraskúla.
 
Útgávur:
1950 Gloprið í Míni jólabók
1955 Dreingirnir, sum dugdu gand í Míni jólabók
1956 Álvakongur í Míni jólabók
1957 Í Miðgarði í Míni jólabók
1963 Bjarnabani í Barnablaðnum nr. 8-9
1970 Føroysk mállæruheiti. Skúlablaðið. Serprent
1982 Odysseus
 
Heiður:
1977 M.A.Jacobsens heiðursløn fyri yrkisbókmentir
1986 Heiðurslimur í felagnum Sverige – Färöarna
2000 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk
 


« Aftur



Bøkur eftir høvunda:



Aftur Víst 1 av 1 Fram
Føroysk mállæruheiti

Bóklingurin kann vera hentur hjá lærarum og næmingum og øðrum , ið hava áhuga fyri føroyskum máli.


Rithøvundur: Jeffrei Henriksen     Útgávuár: 1970




Odysseus

Søgan um Odysseus er úr seinna partinum av homerisku kvæðunum.


Rithøvundur: Jeffrei Henriksen endursegði     Útgávuár: 1982




Aftur Víst 1 av 1 Fram