Hanus Kamban

er rithøvundur, føddur Andreasen, 25. juni 1942 í Saltangará, uppvaksin í Skúgvi og flutti til Havnar í 1956.
Fyrsta bókin, hann gav út, var Drekin og aðrar søgur í 1969. Hetta vóru týðingar av stuttsøgum.
Fyrsta bók við egnum stuttsøgum var Dóttir av Proteus, ið kom út í 1980.
Søgan Angels Place vann fyrstu virðisløn í stuttsøgukapping, sum Listastevna Føroya skipaði fyri í 2001.
Hanus Kamban var blaðstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-69, var eitt skifti blaðstjóri á bókmentatíðarritinum Brá, var formaður í Rithøvundafelg Føroya 1992-94 og limur í Nordbok 1992-2000.
 
Útgávur:
2001 Angels Place í Mjørki í heilum
2002 Tað nýggja Atlantis
2006 Tvær yrkingar í Vencili 1
2007 Tvær yrkingar í Vencili 2
2008 Riddarin Grøni í Vencili 5
2010 Saxifraga Nivalis í Vencil 8
 
Ummæli/umrøða:
Nordisk Litteratur 2003
Vónbjørt Vang Solmunde: Vísindaskaldskapur og furða á føroyskum. Fregnir 25. apríl – 1. mai 2002
 
Heiður:
1980 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir
1986 Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagurbókmentir
1990 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk
2004 Mentanarvirðisløn landsins
2007 Poeten Poul Sørensen og fru Susanne Sørensens legat
 
 


« Aftur



Bøkur eftir høvunda:



Aftur Víst 1 av 1 Fram
Mjørki í heilum

Í savninum eru 14 stuttsøgur, ið 12 rithøvundar og ein kvøldskúlaflokkur á skriviskeiði hava skrivað. Søgurnar eru valdar út millum tær 42, sum komu inn, tá ið Listastevna Føroya 2001 skrivaði út stuttsøgukapping.
 


Rithøvundur:     Útgávuár: 2001




Tað nýggja Atlantis

Fimtan vísindastuttsøgur og drúgv frágreiðing um vísindskaldskap.


Rithøvundur:     Útgávuár: 2002




Aftur Víst 1 av 1 Fram