Marius Johannesen

1905-1986
róptur Marius á Háskúlanum var rithøvundur og lærari. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var í fýra ár sjómaður, til hann í 1923 fór á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1926. Sama ár varð hann settur í starv við skúlarnar í Mikladali og á Trøllanesi, her starvaðist hann, til hann í 1953 varð settur sum fyristøðumaður á Føroya fólkaháskúla, eitt starv hann røkti, til 1970.
Marius var formaður Føroya Lærarafelags 1942-1953 og seinni aftur stjórnarlimur eitt skifti, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1942-1967. Hann hevur eisini tikið lut í politikki sum løgtingsvalda umboð Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy og sum blaðstjóri á Tingakrossi drúgt áramál.
Marius hevur sjálvur skrivað og eisini lagt til rættis hóp av bókaútgávum, serliga kendur man hann vera fyri bókina Matur og matgerð, saman við Óluvu Skaale og Føroysk barnaspøl.
Útgávur:
1950 Um jólatræið í Míni jólabók
1951 Kom til mammu í Míni jólabók
1956 Jólamaðurin í Míni jólabók
1957 Lærarafólk í Føroyum 1870-1956
1975 Jólabókin
1976 Lærarafólk í Føroyum 1870-1976
Heiður:
1976 Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir
« Aftur



