Nám og Bókadeildin geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:

 

1. 

at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa

2.

at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa

3.

at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa

4.

at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa

 

 

 

 

 

 

Á hvørjum ári koma 32 krabbabøkur út. 8 koma hvørja ferð, og útgávuumførini eru uml. 1. mars, 1. mai, 1. september og 1. november. Bøkurnar eru býttar í sjey torleikastig.

 

1.

 guli krabbin, vegleiðandi til 1. flokk

2.

 appilsinguli krabbin, vegleiðandi til seinnu helvt av 1. flokki og 2. flokk

3.

 reyði krabbin, vegleiðandi til 2. og 3. flokk

4.

 lilla krabbin, vegleiðandi til 4. flokk

5.

 blái krabbin, vegleiðandi til 4. og 5. flokk

6.

 grøni krabbin, vegleiðandi til 6. og 7. flokk

7.

 grái krabbin, vegleiðandi til 8. flokk og eldri næmingar