![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
Smáfuglabók og aðrir krabbar
Hvassi – Kvetti bondini er sjeynda og næst seinasta bókin um Hvassa. Í hesi bókini dagar spakuliga fram, hvat Hvassi hevur verið út fyri í uppvøkstrinum. Á baksíðuni kunnu vit lesa, at ’hevndin er ikki søt, hon er bara neyðug’ … Hvassi er í sjeynda torleikastigi. Tað er Tim Bowler, sum hevur skrivað, og Bergur Rasmussen, sum hevur týtt.
Ein herur av gulum eygum er onnur bókin í røðini Tann blái sigursteinurin, sum Margot Andreasen hevur skrivað. Lino heldur fram á vandaferðini við kós ímóti teimum hvítum fjøllunum og uppreistrarfólkunum. Men ódjórið Lala er ikki at spæla við, og skjótt er Lino fangaður í eini deyðsfellu. Ein herur av gulum eygum er í sætta torleikastigi. Hildigunn Niclasen hevur týtt.
Oliver Twist er kendur klassikari eftir Charles Dickens um fátæka smádrongin, sum ongan góðan eigur. Hann veksur upp á einum køldum fátækaheimi, men ein dagin rýmir hann til London, og tá byrjar eitt nýtt lív … Oliver Twist er í fimta torleikastigi. Lena Jacobsen hevur týtt.
Pinocchio er klassikari eftir Carlo Collodi um træsprekið og sprellimaður, sum gjørdist drongur. Pinocchio er í fimta torleikastigi; tað er Maria Heradóttir, sum hevur týtt.
Katla og Stina og sjokulátatjóvarnir er sjálvstøðugt framhald av Húsini í súreplagarðinum og Katla og Stina kanna málið. Í hesi fittu bókini síggja vinkonurnar onkran stjala sjokulátu, og serliga Stina verður kedd, tá ið hon sær, hvørjir tjóvarnir eru. Tað er Line Baugstø, sum hevur skrivað, og Anna Maria Reinert Jensen, sum hevur týtt. Bókin er til fimta torleikastig.
Smáfuglur í Føroyum er triðja upprunaføroyska faktabókin um fugl í Føroyum. Hendan tekur sum heitið sigur støðið í heimligu smáfuglunum. Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð. Tað er Beinta Johannessen, sum hevur skrivað. Bókin er í fimta torleikastigi.
Hesturin hjá Sáru er fitt søga um vinkonurnar Sáru og Minnu, sum dámar væl hestar. Bókin er í triðja torleikastigi. Jørn Jensen hevur skrivað, og Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt.
Í triðja útgávuumfari, sum kemur umleið 1. september, eru fleiri upprunaføroyskir krabbar.










