Sannleikans stund

12-12-2011

Seinasta útgáva frá Bókadeildini í ár


Frida fær at vita, at hon líður av eini álvarsamari eygnasjúku og ger av at flýggja frá øllum. Við interrailbillett og ‘lántum’ pengum fer hon av stað til Italia. Frida vil sleppa at síggja tað vakrasta í verðini – áðrenn tað er ov seint. Í Firenze hittir hon listanørdin Jákup. Við honum fer hon at ferðast, og hann lærir hana at síggja við nýggjum eygum. Síggja listina, seg sjálva – og Jákup ...
Í bókini verða listaverk endurgivin eftir mætum listafólki. Allir málningarin hava krossfestingina sum myndevni, so umframt at vera ein hjartanemandi søga við einum undirtóna av vónloysi, so er hon áhugaverd hjá fólki, ið hava áhuga fyri list sum heild og fyri teimum gomlu meistarunum serstakliga.
Bókin er 550 bls. og heft við klaffum. Bjørn Sortland hevur skrivað, og Edvard Olsen, sum eisini týddi Heimin hjá Suffíu, hevur týtt.

Facebook


Aftur