Tak handa hvølpin!

21-06-2012

Stuttlig myndabók, har tú sleppur at leita eftir einum hvølpi


Bókin er 24 bls. og Eyðna Magnussen hevur týtt.

Hon er um ein hvølp, sum kemur inn í ein skúlagarð. Í skúlagarðinum er sum vera man ein rúgva av børnum, sum takast við alt møguligt. men so hvørvur hvølpurin, og vit mugu aftan á at leita.

Leitingin fer fram í myndunum, sum eru fullar av smálutum. Ein sonn fragd bæði fyri barnið og tann vaksna. Men tú ert ikki einsamøll at leita, har eru eisini Randi, lærarin, skúlastjórin, Tummas, sum koyrir vørubilin og Rasmus politistur.

Men hon, sum veit bestu ráðini, er lítla gentan Anni, sum setur mjólk fram til hvølpin.


Facebook


Aftur