27-08-2012
Móttøka
Hósdagin 30. august kl. 14. verður móttøka í hølum Føroya Lærarafelags í Pedda við Steins Gøtu 9.
Móttøkan er í sambandi við, at Niels Jákup Thomsen tann 1. august í ár hevði 25 ára starvsdag á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Niels Jákup tók útbúgving sum lærari í 1980 og hevur starvast tvey ár niðri í Danmark, tvey ár í Vágs skúla og í Eysturskúlanum í trettan ár.
Niels Jákup gjørdist blaðstjóri á Barnablaðnum í 1987, og fyri hetta fekk hann í 1994 Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs. Í grundgevingini varð sagt, at hann í fleiri ár hevði staðið fyri einum forvitnisligum, fjølbroyttum og dygdargóðum blaði.
Í 1997 tók hann við sum leiðari á Bókadeildini, eftir at Ingrið Sondum fór frá, og nú hann hevur starvast hjá okkum í 25 ár, bjóðar Føroya Lærarafelag øllum at vera hjartaliga vælkomin til móttøkuna.
Aftur



