![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
23-08-2010 Anna Frank
Anna Frank er ein bók um eina gentu, sum livdi undir krígnum í Hollandi – ella í Niðurlondum, sum tað verður sagt í bókini. Av tí at hon var jødi, mátti hon krógva seg fyri nasistunum, tí teir hataðu jødar. Familjan hjá Annu Frank krógvaði seg í einum loynirúmi. Anna Frank átti eina dagbók, sum hon skrivaði í alt tað, sum hon upplivdi, meðan hon krógvaði seg.
Eg haldi, at bókin er sera spennandi og góð. Tað mest spennandi er, tá familjan hjá Annu Frank fór til legurnar. Tað syrgiligasta er endin á bókini. Bókin er løtt at lesa, tað einasta, sum er ringt at lesa, er nøvnini á fólkum og býum. Myndirnar í bókini eru eisini góðar, tí tær gera, at mann fær meiri at vita. Mær dámar væl sovorðnar bøkur, tí tær eru spennandi og mann fær nógv at vita um, hvussu alt var fyrr.
Guðrið Egholm, 10 ár, ummældi bókina.
og Bókadeildin geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
|
1. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa |
|
2. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa |
|
3. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa |
|
4. |
at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa |
Uppgávur eru gjørdar til allar bøkurnar við gulum, appilsingulum, reyðum og lilla krabbum. Harafturat eru uppgávur til faktakrabbarnar og til nakrar bláar krabbabøkur. Endamálið við uppgávunum er at hjálpa næminginum at skilja tekstin. Til ber at taka niður uppgávur við at fara inn á einstøku útgávurnar.
Her ber til at lesa ummæli, sum børn hava skrivað um krabbabøkurnar.
29-08-2011
Í morgin fara vit at sita í sólini
29-08-2011
Toron-søgurnar
23-08-2011
Hvassi 2 – Nærkist
23-08-2011
Hvassi 3 - Rými
23-08-2010
Anna Frank








