![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
![]() |
23-08-2011 Hvassi 3 - Rými
Hvassi er ein spenningsrøð við átta bókum, sum onglendingurin Tim Bowler hevur skrivað. Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Rými er triðja bókin í hesi krabbarøðini.
Hvassi er ein drongur, ið fer ígjøgnum drúgvar og vandamiklar rýmingar. Hann hevur nógvar fíggindar. Fleiri enn nakrantíð.
Hann má sjálvur klára tað. Eingin er, ið kann hjálpa honum. Hann er púra einsamallur. Teir koma eftir honum. Hvat skal hann gera? Sjúkur og veikur má hann kempa ímóti fíggindum, ið onga náði vísa. Øll vilja hava fatur á honum, og tey vilja gera hvat sum helst fyri at fáahann. Tey vilja gera enda á honum. Hvussu skal hann klára tað?
Allastaðni lúra vandar, myrkur og ræðsla. Nú er at vera varin. Fer hann at klára at sleppa undan?
Les bókina! Hon er ein av teimum bestu bókunum, eg havi lisið. Spenningur lúrir allastaðni rundan um teg. Ein snýkir seg varisliga fram, loypur á fíggindar og rýmir saman við Hvassa.
Ein verður heilt hugtikin og fær ikki steðgað við at lesa. Hvassi fer ígjøgnum nógv spennandi. Ómøgulig at sleppa. Væl skrivað, góð søgugongd og nógvur spenningur. Tó eitt sindur ørkymlandi endi. Ein fær ikki ordiliga at vita, hvussu tað endaði, men ein sera góð gáva til eldri børn og ung, ella bert til tín sjálvs.
Anna Maria Steintún ummældi
og Bókadeildin geva krabbabøkurnar út í felag. Endamálið við krabbabókunum er:
|
1. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum er í ferð við at læra at lesa |
|
2. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum nýliga hevur lært at lesa |
|
3. |
at stimbra lesingina hjá barninum, sum hevur ilt við at lesa |
|
4. |
at kveikja lesihugin hjá barninum, sum ikki tímir so væl at lesa |
Uppgávur eru gjørdar til allar bøkurnar við gulum, appilsingulum, reyðum og lilla krabbum. Harafturat eru uppgávur til faktakrabbarnar og til nakrar bláar krabbabøkur. Endamálið við uppgávunum er at hjálpa næminginum at skilja tekstin. Til ber at taka niður uppgávur við at fara inn á einstøku útgávurnar.
Her ber til at lesa ummæli, sum børn hava skrivað um krabbabøkurnar.
29-08-2011
Í morgin fara vit at sita í sólini
29-08-2011
Toron-søgurnar
23-08-2011
Hvassi 2 – Nærkist
23-08-2011
Hvassi 3 - Rými
23-08-2010
Anna Frank








