29-08-2011 Í morgin fara vit at sita í sólini

Rannvá Egholm, 14 ár, ummælir
Hvat er hon um?
Ein gerandissøga um drongin, Ólavur. Hann hevur tað ikki so lætt, tí mamma hansara er altíð so leingi burtur. Ólavur hevur tað fínt saman við pápanum, men tað er altíð so friðarligt. Men ein dagin kemur mamman heim, og hesaferð fer hon kanska at verða longur. Mamma, pápin og Ólavur fara til abban at vitja, men Ólavur dugi ikki ordiliga at stuttleika sær, meðan mamman er har. Mamma Ólav er sálarliga sjúk, og hann ræðist hana.
 
Hvørji evni viðger søgan?
At vera eitt einsamalt barn og barn hjá einum sálarsjúkum foreldri.
 
Hvat heldur tú um bókina?
Hetta er ein fitt og rørandi bók, sum er bygd upp av nógvum dømum úr veruleikanum, har foreldur og børn ikki altíð hava tað lætt saman. Í støðum er bókin eisini eitt sindur syrgilig. Bókin er ikki so spennandi, men kortini kanst tú ikki rættiliga gita tær til, hvat fer at henda; tí er hon fangandi. Hon er skrivað eitt sindur upp á tann mátan, at tú aldri veitst ov nógv. Henda bókin er ikki til nakran ávísan aldur, og øll kunnu lesa hana. Síðutalið og uppsetingin leggja eisini upp til, at øll kunnu lesa bókina.
 
Hvør hevur skrivað?
Brynjulf Jung Tjønn.
 
Hvør hevur týtt bókina?
Hildigunn Niclasen hevur týtt úr norskum.
 
Hvussu nógvar síður er bókin?
Bókin er 89 síður.
 
Nær er bókin komin út?
Bókin er komin út í 2010.
 
Hvussu nógvar stjørnur av 6 gevur tú bókini?
Eg gevi bókini 4 av 6 stjørnum.
 
 

 


  Aftur