Barnaminni

Harriet Beecher Stowe: Tummasar smátta

Theodor Hansen týddi

Edward Fuglø gjørdi permuna

Bókadeild Føroya Lærarafelags 2007

 

Skaldsøgan Uncle Tom´s Cabin stóð sum framhaldssøga í antitrælatíðarritinum The National Era 1851-52. Søgan kom út sum bók í 1853.

Á donskum kom hon út fyrstu ferð, stytt og viðgjørd, í 1897 og er síðan komin út fleiri ferðir síðan.

 

Tá ið eg var barn, vóru ikki nógvar barnabøkur á føroyskum, og næstan allar bøkurnar, ið vit áttu, vóru danskar.

Eg minnist tó eina føroyska barnabók, sum vit áttu, tað var bókin “Ein ribbaldur” eftir Eilif Mortansson. Hann skrivaði á donskum, men Páll Nolsøe, mammubeiggi hansara, hevði týtt hana. Eg minnist, hvussu glað eg var, at vit áttu eina barnabók á okkara máli, men hon er tó ikki tann bókin, sum hevur fest seg í sinnið.

Mammu dámdi væl at lesa. Hon var av Glyvrum, men longu sum 12 ára gomul fór hon til Rituvíkar til eina konu, sum eisini var av Glyvrum, at vera barnagenta. Henda konan segði, at mamma plagdi at sita og vagga, binda og lesa alt í senn. Helst hevur hon lisið somu bøkurnar umaftur og umaftur, tí hon dugdi alt uttanat. Eg minnist einki til, at hon nakrantíð las upp úr bók fyri okkum. Bara tá ið hon las lestur ella andakt.

Vit eru nógv systkin, og tá ið vit vóru børn, vildi mamma um veturin hava okkum at koma inn, áðrenn tað varð myrkt. Tá fingu vit ofta framhaldssøgu. Stórkavi úti, vit sótu í køkinum í skýmingini, mamma á einum skríni við komfýrin, og vit á gólvinum uttan um hana. Neistarokið úr øskuskuffuni. Tað vóru góðar løtur.

Ein vetur fortaldi hon okkum “Onkel Toms hytte”. Vit vóru so spent og glað, at tað gekst so væl hjá Tom og teimum, tó at tey vóru trælir.

Harri Tom var ein góður og reiðiligur maður, og George, sonurin í húsinum, lærdi Tom bókstavirnar og at lesa.

Alt var so gott, men so kom harri Tom illa fyri fíggjarliga, og endin var tann, at hann mátti selja Tom, tí hann var tann trælurin, sum var mest verdur. Tá helt eg harran vera knapt so góðan mann.

George lovaði Tom at gera tað, ið hann var mentur, at keypa hann aftur.

Tom kemur til ein harra, sum fer væl við trælunum, men tíverri doyr harrin, tá ið ein tíð er liðin, og kona hansara selur Tom.

Nýggi harri Tom fór illa við trælunum. Hann toldi ikki at síggja, hvussu umhugsin og hjálpsamur Tom var, so ofta fór hann serliga illa við honum. Tom saknaði eisini so illa konuna og børnini, men hann var ógvuliga gudrøkin maður. Hann las í Bíbliuni og legði seg og øll síni í Guðs hond, og so bíðaði hann eisini eftir, at George skuldi koma og keypa seg aftur.

Einaferð, ein kona legðist fyri í akrinum, fór Tom at hjálpa henni. Tað var ikki loyvt, og hann varð so avbukaður, at hann var hálvdeyður. Hann lá í einum skúri tey beru sár. Hesa ferð kom hann fyri seg aftur, men stutt eftir hetta bukaði harri hansara hann so, at hann fekk deyðamein. Nakrar dagar seinni kom George at keypa hann leysan, men sama dag doyði Tom. George var ógvuliga ringur um tað, at hann var komin ov seint.

Eitt gott var kortini. Tom upplivdi, at George hevði hildið orð.

Eg hevði livað meg so inn í søguna, at eg helt, at Tom var til í veruleikanum, og tað var ikki sørt, at eg hevði hug at ilskast inn á Várharra, at Tom skuldi fáa so ringan enda. So góður maður.



Aftur